Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

16 ára gamla Armita Geravand bleiv bukað av moralpolitinum í einum undirgrundstoki í iranska høvuðsstaðnum Teheran, tí hon ikki var í hijab hettuni sum summar muslimskar kvinnur eru í, og allar kvinnur í Iran skulu vera í, um tær ikki skulu koma í klørnar á myndugleikunum.

Á fleiri vakmyndatólum sást, at hon varð borin uttan vit úr tokinum. Og nú er hon deyð, frættist úr Iran. Myndugleikarnir siga, at hon doyði av løstunum hon fekk, tá hon slóð høvdið í undir handtøkuni. Men mannarættindafelagsskapir siga í eini frágreiðing, at hon er deyð av harðskapi sum moralpolitiið hevur framt ímóti henni.

Hendingin líkist henni sum var fyri einum ári síðani, tá ein onnur ung kvinna doyði av líknandi ávum. Ein sonn flóðalda av mótmælum hava verið, men myndugleikarnir fara fram við hørðum fyri at berja mótmælini niður, og mannarættindafelagsskapir siga, at yvir 600 fólk hava latið lív higartil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo