40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár frættust gleðiligu tíðindini, at fyrsta flagið var loyst fyri vindmyllulundini í Flatnahaga. Tað er orkufelagið Magn, sum saman við LÍV nú fer at seta 6 stórar myllur upp, sum tilsamans kunnu framleiða 64 GWt um árið (sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum). Gongst sum ætlað, fara tær at framleiða longu í september-oktober komandi ár.

Allar verandi vindmyllurnar í meginøkinum framleiða tilsamans umleið 50 – 60 GWt um árið, so bara hendan eina vindmyllulundin fer at tvífalda vindframleiðsluna. Tvær aðrar vindmyllulundir eru eisini á veg, og onnur teirra fer eisini eftir ætlan at framleiða í komandi ári. Tá allar tríggjar lundirnar eru komnar í gongd fara tær at framleiða tilsamans 220 GWt afturat verandi myllum. Vit tosa sostatt um eina fimmfalding av vindorkuni í meginøkinum. Hetta fer at hava við sær, at SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið.

Bara vindmyllurnar hjá Magn fara at framleiða eini 15% av allari framleiðsluni, sum SEV hevði í fjør, og tann hjá Vindrøkt er væl størri, og fer at framleiða eini 26% av framleiðsluni hjá SEV.

Umframt tær tríggjar vindmyllulundirnar sum eru ávegis, er ein vindmyllulund tikin í nýtslu í Suðuroy í ár, sum kann framleiða umleið 20 GWt um árið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum. Lundin í Porkerishaga er fyrsta nýggja vindmyllulundin í Føroyum síðani 2014.

Í fjørð varð biogassverkið Førka eisini tikið í nýtslu. Tað framleiðir grøna el-orku sum svarar til nýtsluna hjá 1.200 húskjum, umframt hita og heitt vatn til umleið 400 hús.

Tað hevur verið eitt tungt tak at fáa ferð á grøna orkuskiftið, men nú henda veruligar broytingar, og tað er at fegnast um.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo