Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 4. juni kl 17.00 verður vegamótið Hans Andriasar gøta og Marknagilsvegur tikið í nýtslu, nú ferðsluljósini har verða tendrað. Tað verður formaðurin í teknisku nevnd, Tróndur Sigurdsson, sum fer at tendra ferðsluljósið og at siga nøkur orð.

At hetta hetta vegamótið verður latið upp merkir, at ferðslan niðan eftir Hans Andriasar gøtu kann koyra beint út á Marknagilsvegin, og ikki noyðist fram við Glasi, har ferðslan kann vera rættiliga nógv á morgni. Samstundis fer eisini at bera til at koyra inn á Hans Andriasar gøtu til Glasir og økið har.

Við hesum er seinasti partur av verkætlanini at liðugtgera Hans Andriasar gøtu tikin í nýtslu.

Tað er Articon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, gøtuljósdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur staðið fyri ferðsluljósunum, HMP hevur prosjekterað og havt fakeftirlitið, Ráð hevur havt byggileiðslu og byggiharraráðgeving, meðan verkætlatnardeilin hjá Tórshavnar kommunu hevur staðið fyri verkleiðsluni.

Aftur at liðugtgerðini av Hans Andriasar gøtu, er eisini gjørd ein bussendastøð til Bussleiðina, har bussarnir kunna verða vaskaðir og bussførarnir kunna hald steðg.

Við hesum byggistiginum er ferðsluloysnin fyri skúlaøkið við Glasir og Skúlan á Fløtum komið upp á pláss. Eftir stendir nú at fáa dagført vegamótini millum Landavegin, Marknagilsvegin og Velbastaðvegin.

Sum tað eisini er lýst í skránni fyri Mentanarnáttina, so verða samstundis høvi at vitja skúlan á Fløtum kl 17-19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo