40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað hevur verið sera nógv fólk í býnum, eisini nógv full fólk, fleiri eru dottin og hava sligið seg í, og tað hevur verið nógv at gjørt hjá okkum, sigur vakthavandi á politigarðinum, tá VP fregnast um, hvussu síðsta nátt var.

- Men veðrið var so mikið gott, at onkur sum lá avdottin kanska slapp at liggja eina løtu longri enn annars, leggur vakthavandi afturat.

Um hálvgum trý tíðina varð boðað frá ófriði, og eftir tað er eitt harðskapsmál eftir grein 245 í revsilógini skrivað. Hetta er ein meira álvarslig grein sum snýr seg um tað sum á politimáli eitur "kvalifiseret vold", sum til dømis er tá onkur verður sparkaður í høvdið.

- Í samband við hetta málið varð ein maður handtikin, hann hevur sovið rúsin av sær her hjá okkum, og verður avhoyrdur júst í hesi løtu, sigur vakthavandi.

Í einum øðrum máli vóru fólk sum vóru í tættari slekt vorðin ósamd og tá mátti politiið eisini uppí leikin.

- Talan var ikki um beinleiðis harðskap, men fólk verða mint á, hvussu ein eigur at uppføra seg úti í almenninginum, sigur vakthavandi.

Veðrið er gott í morgum, og júst nú fæst politiið við at koyra runt í býnum at tryggja sær, at ongin liggur avdottin úti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo