Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Setti meg at hyggja at Degi og Viku 15. december 2020. Væntaði erligt, at ein fólkavaldur løgtingslimur sum Johan Dahl hevði sett seg eitt sindur meira inn í tingini, enn hann veruliga hevði.

Johan Dahl arbeiddi við hond og fót fyri at ognartaka SEV í 2011 og næstu árini. Tíbetur bleiv tað ikki so.

At fyristilla sær og fortelja Føroya fólki, at ein kann samanlíkna føroyska elkervið við elkervið í øllum verðins londum. Tað er at fara eitt sindur lætt um sannleikan – fyri ikki at siga – at lúgva og manipulera.

Nakrar av avbjóðingin og vansarnir, ið Føroyar hava eru m.a.:

Føroyar er eitt sera lítið land, við lítlum neti.

Føroyar liggja langt frá øðrum londum, sum ger at Føroyar mugu sjálvar hava sítt egna Back-up.

Føroyar hava eina samhaldsfasta skipan, ið gera tað møguligt at øll hava somu treytir, prís og tænastu – hvar ein so enn býr.

Føroyar er eitt oyggjaland, ið hevur Back – up motorverk runt í oyggjunum, íð eru tøk, tá á stendur.

Føroyar hava eisini eitt eftirlit, ið heldur eyga við prísáseting o.ø.

Føroyar hava ikki nóg stóra goymslur til at goyma streym í. Her hugsi eg um vatngoymslur, ið er eitt tað stabila, ið er tøkt, til longri tíðarskeið at “goyma streym í“.

Nakrir av fyrimununum, ið Danmark hevur:
Danmark er eitt stórt net, og er bundið í Eurropeiska netið, ið kann selja Danmark yvirskotsstreym, ið annars onnur lond eru noydd / mugu sleppa av við fyri lítið og lætt. Her kann nevnast m.a. Vatnorka úr Norra og Atomkraft úr Frankaríki. Hetta er orka, ið kann keypast til lítlan ella negativan prís til tíðir.

Danmark hevur minst 6 útlendskar kaðalar, ið kunnu veita Back -up. Hesir verða eisini brúktir, tá Danmark hevur yvirskotsorku, ið má av / úr netinum – fyri at elkervið ikki skal krakka – black-out.

Tá Johan Dahl samanber prísir, so er tað við eitt sindur at komikki í – fyri ikki at siga grátuligt.

Johan Dahl hugsar ikki um endabrúkaran, men um rovfuglarnar, ið nú ætla niður í lumman hjá endabrúkarunum. Hesin brúkari eigur SEV við húð og hár. Brúkarin hevur staðið stinnur undir liðina á SEV í mannaminni.

El prísurin í Føroyum er javnur í Føroyum – og aðrastaðni er prísurin ójavnur, alt eftir hvar tú býrt. Eftirlit er við prísáseting. Møguliga er Johan Dahl talsmaður fyri at prísurin skal hækkast til ørðandi upphæddir.

Stóri taparin verður brúkarin. Brúkarin, ið eigur alt SEV í dag og hevur verið við at byggja land og samfelag upp. Brúkarin kemur at gjalda ein alt ov høgan prís, um Johan Dal og hansara líkar fáa sín vilja.

Eg gjaldi 2,044 kr. pr kilowatttíma við øllum. Mínir vinir uttanlands gjalda alt frá 3,79 kr. pr. KWT til 2,20 kr. pr. KWT. Hetta er í Norra og í Danmark.

Eg eri nøgdur við prísin, ið eg gjaldi fyri EL.

Og er tað soleiðis at SEV eitt ár hevur yvirskot, so eri eg glaður við at tað verða gjørdar íløgur í at framtíðartryggja elkervi og ikki minst grøna orku.

Eitt er vist “Grøn orka kostar” og tað vil eg fegin verða við til at fremja við skili.

Sjálvt um eg ikki eri samdur við Torbjørn Jacobsen í ymiskum viðurskiftum, so eri eg so púra samdur við honum viðvíkjandi SEV.

Stórt rós til Torbjørn Jacobsen fyri hansara rættvísa og gevandi íkast.

If it ain´t broken don´t fix it –

Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík
Streymbrúkandi
Samfelagsborgari
Bygdarráðslimur í Hvalbiar Sóknar Kommunu
Nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag
Fyrrverandi varaborgarstjóri í Hvalbiar Sóknar Kommunu 2009 - 2012
Fyrrverandi 1. Varatinglimur fyri Sambandsflokkin 2011 - 2015
Fyrrverandi nevndarlimur í SEV 2009 - 2011

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo