40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vegna, at landsins myndugleikar hava loyvt størri samankomur, fari eg at bjóða til “Tá talaðu tey saman” møtið, frá Malakias.3.16. ”Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.” Fyrsta ásetta dato varð tann. 19. Apríl, men so komu Corona tiltøkini, og hetta týdningarmikla møtið varð útsett.  Nú verður so hetta møtið, og tú, ið ert troytt/ur av einki sigandi evangelium, sum ikki gevur føði, men tú hungrar og tystar eftir mati við salti í, so skalt tú vera hjartaliga vælkomin. Orðið verður eisini givið tær frítt, so tú kanst koma við spurningum v.m.

Vit liva í endatíðini, og Opinberingin lýsir tvær paralellar endatíðarinnar samkomur, Filadelfia og Laudikea. Laudikea umboðar kvantitetin, men eisini fráfallið, meðan Filadelfia er veik antallsmessiga og við ongari menniskjaligari styrki, men hoyr hvat Harrin sigur um tey: “…tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt.” Tað er tað, sum er krúnan á verkinum, tí í v.11 sigur Harrin: “Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!” Í endatíðini, líka innfyri Jesu afturkomu er ein flokkur av menniskjum, ið tala saman útfrá orðinum og navninum, “tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.”

Hetta “Tá talaðu tey saman” møtið, verður hóskvøldið tann 28 mai. Kl.19 á Suðurrás 12, Tórshavn. Ver hjartaliga vælkomin.

Vegna tey, ið óttast HARRAN!

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo