40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Almenna bústaðarpolitiska alternativið ”Bústaðir” er í fokus í hesum døgum.

”Bíligar íbúðir” til allar føroyingar er rakstrarrópið.

Men tað er lítið, ið bendir á, at almenna alternativið kann bjóða sínum viðskiftafólkum stórt bíligari leigu enn privati marknaðurin.

Eisini ljóðar, at mong noyðast at flyta frá ”Bústaðir”, av tí at tey ikki hava ráð at verða búgvandi.

Tað gleðiliga er kanska, at Almannaverkið hevur ávísingarrætt til nakrar íbúðir.

Roknskapurin hjá ”Bústaðir” talar fyri seg.

Í 2020 vóru samlaðu leiguinntøkurnar hjá felagnum av umleið 350 íbúðum 21,3 mió kr.

Rakstrarkostnaður, fyrisiting, lønir o.l. var 15,2 mió kr.

Sostatt fara 72% av leiguinntøkunum útaftur til rakstur, og tá eru avskrivingar og fíggjarkostnaður ikki tikin við.

Hóast meira enn 600 mió kr. í eginpeningi, hevur Bústaðir seinastu árini ongantíð megnað at víst á eina veruliga positiva botnlinju í roknskapinum.

Hetta hevði neyvan gingið í privatu vinnuni.

Men um Búsðaðir kann rekast uttan at noyðast til próvtøku hjá eigaranum, so verður úrslitið kanska hareftir.

Íleggjari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo