40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit ungu eru størsti taparin eftir tíðindafundin í dag. Tað haldi eg væl mann kann siga.

Um eg sjálvur skal siga tað, so haldi eg at vit ungu hava verið ótrúliga røsk at halda aftur og halda høvdið kalt. Vit hava mist ótrúliga nógv og samgongan hevur onki gjørt, at betra um støðuna hjá okkum, men vit hava ikki gjørt nógv um okkum ella skrálað og geylað hart. Vit hava verið tolin, tí vit skilja væl álvaran í støðuni.

Nú sær tað so út til, at vit missa enn meir. Sum tøkk fyri at vera røsk og tolin, so skulu barrir o.a. bannast við lóg, og G! og aðrir festivalar og stevnur skulu avlýsast. Samgongan, við Jenisi á odda, hevur tikið á seg, at bestemma hvat er rætt fyri fólk og ikki. Boðskapurin var, at býarlív og festivalar, ja næstan alt sum er stuttligt, tað kunnu vit ungu vera fyri uttan – men um vit keða okkum, so kunnu vit savnast fleiri hundrað á legum, tí legurnar, ja tær eru alneyðugar. Men er hetta nakað samgongan skal bestemma?

Grundgeving fingu vit onga av. Jenis bleiv enntá spurdur um at forklára hvussu hetta hekk saman, men hann svaraði bara “Tað behøvist ikki forkláring uppá.” JÚ har behøvist forkláring! Tað er so forbanka lætt, at smoyggja sær undan at svara uppá, hví onki hongur saman. Um samgongan ikki kann forklára tilmælini, hvør kann so?

Var argumentið, at vit mugu minka um smittuna og ikki savnast ov nógv, so hevði mann uttan iva eisini avlýst legurnar. Var argumentið at minka um smittuna yvirhøvur, so hevði mann ikki loyvt týskarum, íslendingum, norðmonnum og øðrum at koma inn í Føroyar – enntá uttan sóttarhald! Her hongur onki saman.

Í dag sóu vit ótrúliga væl, hvat og hvør bestemmar í Føroyum í dag. Mitt í eini pandemi, so bestemmar tað heilsufakliga ikki. Hinvegin, so hava nakrir stokkkonservativir gubbar valt, at útnytta støðuna, fyri at forbjóða teimum tingunum, teir ikki dáma. Tað manglaði bara, at teir eisini bannaðu porno fyri at minka um smittuna – tí tað gevur akkurát líka nógva meining, sum tað teir søgdu í dag.

Rókur Herup Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo