Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mundi dotti á reyvina í dag eg hugdi inn á Vágaportalin.

Nú er tað hjá fólki at fara í hagan blivin til ognartøku sambært Jacobi.

Vrøvl frá enda í annan.

Gongd í haga er sambært siðvenju ein rættur fólk hava havt alt tað eg veit um.

Lóggávuvaldið hevur regulerað økið, og sama lógávuvald  kann á sama hátt regulera ein annan veg.

Fyri tað um skatturin verður settur niður, kann hann sjálvandi verða hækkaður seinni.

Og soleiðis er tað eisini við gongd í haga. 

Rættarstøðan kann altíð verða broytt.

Ein simpul broyting í eini byggisamtykt kann eisini broyta rættarstøðuna hjá einum ávísum borgara.

Og forrestin, um gongd í haga var ognartøka, er tað ólógligt?

Nei, ognartøka er lóglig.

Tað var annars Fólkaflokkurin sum saman við Sambandsflokkinum á sinni samtykti býarskipanarlógina, har tað varð heimilað at ognartaka lendi frá einum privatum, at lata øðrum privatum.

Eitt skipað uppskot um gongd í haga hevur einki við ognartøku at gera, og kann ongantíð hava endurgjald við sær.

Uppá spurningin omanfyri, so er svarið at Jacob Vestergaard er ikki skít býttur, men hann trýr at øll onnur eru tað.

Jógvan Páll Lassen 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo