40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sama morgun, sum Beate L. Samuelsen kunnger, at hon stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Havn, kunngerð sonur hennara Finnur Koba í morgunsendingini hjá kringvarpinum, at hann hevur biðið um innlit í eitt mál um nakrar greinar hjá sitandi borgarstjóra í Havn í Vikublaðnum.

Samstundis brúkar hann rúma tíð at gera gjøldur burturúr innlegginum í Vikublaðnum og illgitir um, hvør nú rindar fyri hetta.

Er als onki mark fyri ógegni í Kringvarpi Føroya, tá mann kann sita í eini morgunsending fyri alt fólki og niðurgera onnur valevni, samstundis sum mamma stillar upp??

Sambandsflokkurin 31.08.2016 (09:38)
Beate L. Samuelsen stillar upp fyri Sambandsflokkin
Kent kvinnuligt valevnið fyri Sambandsflokkin
Ein teirra, sum uppstillað er á lista B, listanum hjá veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, Føroya Væl, til komandi býráðsval, er Beate L. Samuelsen.
Hon er ikki ókend innan politikk og hevur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar Býráð tvey fylgjandi valskeið. Fyrst frá 1. januar 2001 til 31. december 2004, og síðani aftur frá 1. januar 2005 til 31. desember 2008.
Fyrsta valskeiðið var hon forkvinna í Sosialu nevnd. Áðrenn hon fór upp í býráðspolitikk, var hon nevndarlimur í Barnavernd Tórshavnar Kommunu í 16 ár, harav átta ár sum forkvinna.
Beate L.Samuelsen er fyrsti kvinnuligi journalisturin í Føroyum við útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole í Århus.
Umframt at hava arbeitt sum journalistur á Dimmalætting,  hevur hon verið ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum í fleiri ár.
Eftir at hava rokkið pensiónsaldur, er hon nú blaðstjóri og journalistur á Færøernes Turistblad.
Eitt av hjartamálunum hjá Beate er sosiala økið í Tórshavnar Kommunu og herundir eldraøkið, sum er ein partur av gerandislívi okkara. Ikki bara tá tað kemur til stovnar, ætlað okkara eldru, men eisini tá tað kemur til at hjálpa teimum, sum á ellisárum helst vilja búgva heima sum longst.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo