Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú ein dagin fekk eg rokning sendandi gjøgnum teldupost frá Vodafone via FarPay. Eg opnaði mailin, hugdi eftir fakturanum, og trýsti á leinkið ”Tilmelda gjaldsavtalu”. Tá eg nú skuldi stovnað gjaldsavtaluna, bleiv eg kravdur at upplýsa P-tal:
 
Sambært Dátueftilitinum eru hesar treytir galdandi tá privatar fyritøkur biðja um P-tal: trýst her

Tá tað snýr seg um privat, t.e. fyritøkur, virkir v.m., eru reglurnar fyri nýtslu av p-talinum strangari og hesi kunna bara viðgera p-talið, um

• viðgerðin er heimilað í lóg
• skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki, ella
• viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.)

Sum eg lesi tað, eru ongar av hesum treytum uppfyltar, og tá eg ikki vil áseta P-talið, blívi eg avvístur.
Hetta fær ikki verið rætt.

Tá krøvini er so strang til viðgerð at P-tølum, má myndugleikin kanna tílik lógarbrot, ella leggja uppskot um linari krøv fyri avgerandi myndugleikan.

Spurningurin er um tað er FarPay sjálvt, ella kundarnir hjá FarPay, sum hava ein forkláringstrupulleika yvirfyri Dátueftirlitinum.

P-tals skeptikari

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo