40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir at hava hugt eftir degi og viku í gjárskvøldið, má eg sum elveitingarmaður, fegnast um at tað, sambært elveitingarlógini, er SEV sum hevur neyðugu hondtøkini at syrgja fyri trygdini í elveitingini, so Palleba og Marsanna hava streym í stikkontaktini tá tey hava tørv á tí. Umhvørvisstovan/Orka/elveitingareftirlitið hevur tíðiligvís ikki serliga stórt innlit í hvussu ein elskipan trygt og skilagott skal rekast og útbyggjast.

Nevnt var at tað bar væl til í Suðuroy at hava eina vindmyllulund á 6 MW koyrandi uttan stabiliserandi tøkni. Er tað nú so? Suðuroy í mun til meginøkið er uml ein faktor 10 á muni, so tí skuldi hetta svara til 60 MW vindmátti í meginøkinum. Veruleikin í Suðuroy hesa tíðina síðani vindmyllurnar komu er, at vatnturbinurnar í Botni hava koyrt sera óeffektivt og motorarnir á Vágsverkinum hava eisini koyrt óeffektivt, bara fyri at tryggja nóg mikið av rørsluorku og reguleringskraft í elveitingini. Hetta merkir eisini at vindmyllulundin ikki kann útnyttast fult. Tað at motorarnir á Vágsverkinum hava koyrt við lágari last, merkir hægri nýtslu av gassolju, sum er dýrari enn tungoljan. So alt í alt hevur búskaparliga myndin ikki verið so góð, men hetta er bara nakrar mánaðar aftur at, tí at byggaríið til tí stabiliserandi tøknina bleiv seinkað av fleiri orsøkum. Og soleiðis er tað viðhvørt. So um ikki alt ov langa tíð verður væntandi møguligt at steðga motorunum á Vágsverkinum til tíðir og fáa fulla nyttu av vindmyllunum í Porkerishaganum. Og tá fara vit at heysta royndir hvussu ein elskipan skal rekast partvíst bert við vindmyllum og stabiliserandi tøkni. Hesum royndunum hava vit tørv á áðrenn meginøkið verður tapiserað við vindmyllum.

Tað at Røkt søkir um loyvi at byggja við Gellingarklett í 2021 er ikki so løgi, teir taptu jú ímóti Magn í 2019, so teir royna bara aftur. Mynduleikin setti í útboðið við Gellingarklett, at tað var ein fyrimunur at byggja í sama ári sum avgerð skuldi falla í mars/apríl. Hvat projekt til langt yvir 100 mió kann útførast eftir nøkrum fáum mánaðum? Tað vísti seg í øllum førum at vindmyllulund á Gellingarkletti ikki kundi. Hvussu ber tað til at ein mynduleiki velur at seta eina slíka vekting í eitt útboð til kapping? Serliga tá teir vóru vitandi um at ongi onnur økir vóru klár at fara inn á sama ár.

Hví byggja so nógvan vindmátt í sama øki tá tað er óneyðugt? Hetta vísir bara ein mynduleika ið ikki skilir hvussu nógv óneyðugt trýst 55 MW av vindmátti í sama øki leggja á elveitingina. Kann trupulleikin loystast? Ja, tað vænti eg hann kann, men alt verður bara óneyðuga dýrt og stabiliteturin verður lagdur undir óneyðuga høgt trýst. So spyr onkur:

Hví eru so allar myllurnar í Suðuroy staðsettar saman? Har er einfalda svarið at tað eru sera fá væl egnaði vindorkuøkir í Suðuroy. Hevði mynduleikin av øllum illum givið Røkt loyvi at bygt í tveimum ella trimum stigum, hevði tað verið nakað frægari.

Tá nú tað ljóðar til at bæði 18 MW í Flatnahaga og 25 MW við Gellingarklett koma upp í 2022, so lat meg taka ein parallel: Um vit siga at tað tekur 3000 handverkaratímar at byggja eini sethús liðug, merkir tað so at tað tekur 3000 monnum ein tíma? Ella 1500 monnun tveir tímar? Eg vænti at tey flestu eru samd í at soleiðis hongur veruleikin ikki saman. Somuleiðis verður tað við hesum báðum vindmyllulundunum, tað ber ikki til at byggja, royndarkoyra og seta so nógv MW av vindmátti inn í daglia raksturin um somu tíð. Ting taka tíð, eisini at innarbeiða vindmyllur inn í dagliga raksturin. Eisini tí er tað skilaleyst at byggja so ógvusliga út. SEV hevur ikki sagt at onnur feløg ikki kunnu eiga og reka vindmyllulundir, trupulleikin er bara at loyvir vera givin at byggja so ógvusliga, at tað gevur onga meinig, tí tað tekur tí at innarbeiða eina vindmyllulund í dagliga raksturin.

Tá leiðarin á elveitngareftirlitinum tosaði um at vindmyllulundin á Eiði ikki kom í rakstur fyrr enn seint í 2023 ella tíðliga í 2024, nevndi hann ikki orsøkina til tað. Hon er heilt einfalt tann, at júst Umhvørvisstovan/Orka/Elveitingareftirlitið ikki hava gjørt teirra fyrireikingararbeiði ordiligt, og tí komu ongar vindmyllur upp á Eiði í ár, og helst heldur ikki næsta ár. Orsøkin til at SEV í útrokningunum í Degi og Viku í gjár, setir Eiði og Flatnahaga framum Gellingarklett er heilt einfalt tann at tey loyvini vóru givin áðrenn Gellingarklettur varð boðin út aftur.

Og at leiðarin á elveitingareftirlitinum til allar seinast í innslagnum byrjar at tosa um “flexnýtslu” vísir bara hvussu lítið teir hugsa um samhaldsfesti í elprísinum til alt tað føroyska samfelagið – bæði vinnu og húsarhald. Teir løgdu ógvusliga til brots í Leirvík – at har skuldi vatntangar í longum banum hitast upp við yvirskotsorku gjøgnum sjógvhitapumpur, so bleiv barberað niður til væl minni tangar og nakrar jarðhitaskipanir. Og hetta er ikki eingong komið í rakstur og avprøva hvussu hetta fæst at virka, so byrjar hann at tosa um meiri flexnýtslu? Er tað ikki elveitingareftirlitið ið eigur at ansa eftir at elprísurin ikki óneyðuga høgur? Skuldi man ikki væntað av elveitingareftirlitinum at teir gingu á odda halda fast um samhaldsfasta elprísin til vinnu og húsarhald, bæði í Runavík og Skúvoy? Er tað bara SEV ið roynir at halda elprísinum niðri? Hvør skal sleppa at brúka “bíligan” streym? Bara tey tætt við miðstaðarøkið, ella eisini tey í Mykinesi og Skúvoy?

Fyri tey flestu av teimum sum hava avgjørdar meiningar um hvussu SEV hevur klárað seg er felags, at tey hava onga sum helst ábyrgd av føroysku elveitingini.

Sjálvandi kann SEV gera tingini betri, tað kunnu øll! So góðu kommunal- og landspolitikarar verið góð við SEV og harvið við føroysku elveitingina, sum hóast alt er rættiliga týdningarmikil fyri alt virksemi í hvørjum króki í landinum.

Eirikur Norðberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo