Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta er ein djúpur spurningur sum tey fægstu skilja, tí at næstan eingin í dag rannsakar skriftirnar djúpt dagliga.

Stutta svarið av tí langa hevur skriftin sjálv hetta at siga okkum:

1. "Tí ikki er tann Jødi, sum er tað útvortis, ei heldur er umskeringin tann, sum gjørd verður opinberliga á holdinum [sum ger eitt menniskja til ein jøda]. Nei, tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í andanum, ikki í bókstavinum [ikki á pissilinginum]. Slíkur hevur rós sítt, ikki frá menniskjum, men frá Gudi." (Róm. 2 : 28-29). Hetta er so tann heilt stutta útleggingin sum skriftin sjálv hevur at siga um sjálvt evnið.

2. "Minnist tí, at tit áður - tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini "sokallaðu umskering," sum verður gjørd í holdinum við hondini [á pissilinginum] - minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, ÚTISTONGD FRÁ BORGARARÆTTI ìSRAELS [Jákups – ikki landið Ìsrael í dag, talan er um her] og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum! Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar. Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin, táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið, og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin. Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru. Tí við Honum hava vit - báðir partar - í einum Anda atgongd til Faðirin. Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum. Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum." (Efes. 2 : 11-22).

Ì mínari verð er hetta greið tala sum ikki kann misskiljast uttan so, at ein strembar eftir at misskilja skriftirnar við vilja við øðrum egin áhugamálum fyri eyga, enn hvat Kristus sjálvur vildi við Sínum egna evangelii. Tíverri læra kirkjur og samkomur ikki tad, sum skriftin lærir, av teirri einføldu orsøk, at tær eru allar politiskar [og tískil villleiddar] og ikki skriftarinnar andaligar. Evangelium Jesu Krists er jú sjálvsagt fíggindi heimsins- og samfelagsins politikki, av tí at boðskapur politikkaranna er jú av hesum heimi. Jesus Kristus vitnaði jú sjálvur við orðunum: ”RÍKIÐ MÍTT ER IKKI AV HESUM HEIMI!” (Jóh. 8:23, Jóh. 18:36).

Jødaspurningurin er ein andaligur spurningur og ikki ein eftir holdinum avgerdandi spurningur, ei heldur ein geografiskur spurningur eftir vanligum skilviti.

Talan er hinvegin um ein HIMMALSKAN SPURNING: "Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini AVKOM ÁBRAHAMS, arvingar eftir lyfti." (Gal. 3:29). Og harvid eru tey sonnu trúgvandi, ið eru teir sonnu jødarnir, GUDS ARVUR/ARVINGAR og SAMARVINGAR KRISTUSAR! (Róm. 8:17).

Altso, SONNU JØDARNIR eru øll tey, sum av sonnum hjarta trúgva á Jesus Kristus, og hesin hópurin er ein blandingur av trúgvandi umskornum jødum í holdinum og óumskornum trúgvandi heidningum hvarí bádir partar eru at rokna fyri hinir sonnu jødar eftir skriftunum við trúnni á Son Guds, Jesus Kristus, og ikki eftir umskeringini í holdinum, rokna fyri SUM EIN FAMILJA [Tvs., Hús Jákups/Hús Ìsraels/Hús Guds] OG HARVIÐ GUDS FÒLK, HÚSFÓLK GUDS.

Og landið hesir sonnu jødar skulu arva, er hin nýggi himmalin og hin nýggja jørðin sum Gud sjálvur skal skapa, har einans rættvísi býr/er at finna, tvs., hitt endurreista paradísið ið Àdam og Eva einaferð í forðum vórðu tveitt út frá vegna teirra ólýdni ímóti Gudi í Edens Hava, hvørs syndir øll mannaættin fekk í arv, og sum Gud sendi Sín einborna Son í heimin við frelsu í huga.

Rundast kann av við Guds orði: "Men Jerúsalem, IÐ OMANFYRI ER, tað er frítt, og tað er móðir okkara [Móðir teirra, sum trúgva á Jesus Kristus, Guds Son]." (Gal. 4:26).

Tað vil so aftur siga, at so er ikki talan um Jerúsalem sum nú er, ei heldur um landið Ìsrael, sum nú er.

Bíbilska Ìsrael er øll hin nýggja jørðin Gud skal skapa HAR EINANS SANNIR JØDAR KOMA AT BÚGVA, tvs., ØLL TEY SUM VALDU AT TRÚGVA Á SON GUDS, JESUS KRISTUS! Hesi eru hinir sonnu jødarnir sambært skriftunum, Guds arvur/arvingar og samarvingar Kristusar til hin nýggja komandi heimin! Øll hesi eru GUDS ÚTVALDA FÓLK OG TEIR SONNU JØDARNIR eftir skriftunum, ið eru ein samanseting av øllum fólkasløgum írokna trúgvandi jødar sum eisini eru/vóru umskornir í holdinum, áðrenn teir komu til trúgv á Son Guds, Jesus Kristus! Tvs., hinir sonnu jødarnir eru ein blandingur av øllum fólkasløgum VIÐ TRÚNNI Á SON GUDS, JESUS KRISTUS! Hetta lærir skriftin og IKKI Símun Andreas. Símun Andreas ber bara Guds boðskap víðari til teirra uttan kunnleika um hesa skriftarinnar læru, men læran er ikki Símun Andreasar, men stavar frá teimum heiløgu skriftunum, ein læra sum Jesus Kristus opinberaði fyri Paulus: ”Tí tað skal eg lata tykkum vita, brøður, at evangeliið, sum eg havi prædikað, er ikki menniskjaverk; eg havi jú heldur ikki fingið tað ella lært tað av nøkrum menniskja, men við opinbering Jesu Krists.” (Gal. 1 : 11-12).

Tvs., at GUDS ÚTVALDA FÓLK eru øll tey, sum hava valt at trúgva á tann Harra Jesus Kristus, sum doyði fyri teirra syndir á Golgatha krossins træi á, hvørs hópur er ein blandingur av bæði umskornum trúgvandi jødum í holdinum og av óumskornum trúgvandi heidningum. Ein familja, eitt fólk, GUDS ÚTVALDA FÓLK samansett av øllum heimsins fólkasløgum, ið AV SONNUM HJARTA valdu at trúgva á Son Guds, Jesus Kristus.

Skriftin avdúkar eisini hvat land hesir jødar skulu arva: "Tí ikki við lóg fingu Ábraham og avkom hansara lyftið [avkom hansara = Jesus Kristus (Gal. 3:16)], at hann skuldi vera ARVINGI TIL HEIMIN - nei, við rættvísini, ið er av trúgv. Eru tey arvingar, sum halda seg til lóg, so er trúgvin vorðin til onga nyttu, og lyftið gjørt til einkis." (Róm. 4 : 13-14).

Altso, HIN SANNI ARVINGIN ER JESUS KRISTUS SJÁLVUR! Øll tey sonnu trúgvandi (IÐ ERU TEIR SONNU JØDARNIR) gerast harvið GUDS ARVUR/ARVINGAR OG SAMARVINGAR KRISTUSAR til komandi rættvísa heimin. (Róm. 8:17).

Heimurin sum nú er gongur til grundar, so har nyttar lítið at klandrast, berjast og kríggjast um jørð á hesi foldini, tí at Gud fer sjálvur at oyðileggja hendan syndiga heimin sum nú er og skapa nýggjar himlar og eina nýggja jørð har rættvísi býr:

"Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug." (Es. 65:17).

Og víðari: "Men vit [tey sonnu trúgvandi - teir sonnu jødarnir] vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr." (2. Pæt. 3:13).

Hetta er einasta rætta svarið uppá spurningin, og alt annað, sum ikki bakkar hesa læru upp frá skriftunum sjálvum, er lygn ið sagt verður! Hinvegin skal sigast, at ikki alt er tikið við her sum lýsir hendan sannleikan út í æsir, men tað, sum ikki er tikið við í hesum innleggi, gongur tó kortini ikki ímóti tí, sum longu her er nevnt. Tí er hetta innleggið gott at brúka til at fara víðari við til at kanna hetta evnið ENN DJÚPARI.

Hann [Jesus Kristus] kom til Sítt egna, men Hansara egnu [Jødarnir – teir umskornu á pissilinginum] tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða BØRN GUDS [Guds útvaldu] - teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, MEN [FØDD] AV GUDI.” (Jóh. 1 : 11-13).

Hini sonnu trúgvandi, teir sonnu jødarnir eftir skriftunum, eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, øll tey, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.

Men borgaraskapur okkara [teirra, sum av hjarta trúgva á Harran Jesus Kristus, Guds Son] er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus, sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.” (Filip 3 : 20-21).

Avdúkingin er altso lyklaorðini: ”Guds útvaldu [tey trúgvandi sum eru teir sonnu jødarnir], Guds útvalda fólk [tey, ið trúgva á Jesus Kristus], Guds arvur [tey, sum av sonnum trúgva á Jesus Kristus], samarvingar Krists, húsfólk Guds, Jerúsalem, IÐ OMANFYRI ER og sum er móðir alra sonnu trúgvandi [ikki Jerúsalem ella Ìsraels land sum nú er], land hinna sonnu jødanna er ØLL JØRÐIN [hin nýggja], borgararættur og borgaraskapur Ìsraels/borgararættur og borgaraskapur Jákups, borgara skapur hinna sonnu trúgvandi sum eru teir sonnu jødarnir eftir skriftunum, ER Í HIMLUNUM og ikki í Miðeystri.”

Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur. Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerúsalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum. Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: ”Hygg bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra. Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur - tí hitt fyrra er farið." Hann, sum í hásætinum sat, segði: "Hygg, Eg geri alt nýtt!" Og Hann segði við meg: "Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn." Hann segði við meg: "Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins. Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín. Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar - lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli - tað er hin annar deyðin." (Opinb. Jóh. 21 : 1-8).

UM TIT, sum hetta lesa, IKKI VITSTU AV HESUM ÁÐUR, SO HAVA TIT ONGA UMBERING LONGUR!

Hendan sanna vitnisburðin beri eg fram í JESU KRISTI NAZAREARANS NAVNI – við Heilaga Andans hjálp!

Símun A. Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo