ES bannar øllum flogførum hjá Pakistan International Airlines (PIA) næstu seks mánaðirnar. Orsøkin er at triði hvør pakistanskur flogskipari hevur einki prógv ella vantandi royndir.
Av tilsamans 860 flogskiparum í Pakistan hava 262 flogið við ivasomum prógvum.
Summir eru ákærdir fyri at hava fingið ein annan persón at fara til roynd fyri seg. Aðrir hava flogið við følskum prógvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo