Tað er betri fyri umhvørvi at ganga í klæðum sum eru gjørd úr kunstevnum, enn at ganga í klæðum sum eru gjørd úr eitt nú bummull og leðri. Tað heldur ein ES nevnd, sum vil hava, at í seinasta lagi við ársenda 2023 skulu øll klæði sum verða seld í ES og EBS verða merkt, so tað sæst hvussu skaðilig framleiðslan er fyri umhørvið.
Norska ríkiskringvarpið NRK skrivar um málið, og er komið til, at hetta má merkja, at norski tjóðbúnin, sum fyri tað mesta er bummull, leður og kanska silki, eins og tann føroyski, er alt annað enn burðardyggur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo