Granskingarráðið: Týsdagin 26. apríl vardi Ester Weihe Jacobsen ph.d.-ritgerð sína um psoriasis í Føroyum. Verjan var á Københavns Universitet, har hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur.
Heitið á ritgerðini er: "Psoriasis The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands".
Ester hevur verið innskrivað á institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, men hevur í stóran mun arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum og Ílegusavninum. Harafturat hevur hon arbeitt á Sjællands Universitetshospital.
Vegleiðarar hava verið Ole Birger Vesterager Pedersen, professari, Gregor Borut Ernst Jemec, professari og Claus Thorn Ekstrøm, professari.
Í metingarnevndini vóru Simon Francis Thomsen, professari á Københavns Universitet og deildarleiðari á Bispebjerg Hospital, formaður, Lars Iversen, professari á Aarhus Universitet, og Farida Benhadou, professari á Dr Lowy Dermatology & Laser Practice í Belgia.
Verjan gekk væl. Fyrst legði Ester Weihe Jacobsen fram sítt arbeiði og úrslit. Síðani gjørdi metingarnevndin viðmerkingar og setti spurningar. Tey róstu Ester Weihe Jacobsen fyri arbeiðið og ritgerðina, sum tey mettu vera gott og sera væl skrivað. Eftir á leið tveir tímar tóku tey samanum og kunngjørdu, at Ester Weihe Jacobsen hevði staðið verjuna og harvið skuldi fáa tillutað ph.d.-heitið.
Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini hjá Ester Weihe Jacobsen. Sí meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum og á psoriasis.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo