Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Sum handverkari ert tú serkønur innan títt øki, og vilt kanska helst sleppa undan at brúka tíð uppá skrivstovuarbeiði. MEN um tú hevur egið virki, er eingin vegur uttanum – tú noyðist at halda skil á pappírunum. Eisini um tú ert í arbeiði hjá einum meistara, tá skalt tú oftani eisini gera ymiskt inni á Excel.

Eitt nú:

·         Senda rokningar
·         Gera tilboð
·         Halda skil á tímanýtslu
·         Gera tilfarslistar o.s.fr.

So er spurningurin bara hvussu tú gert hetta uppá lættast og skjótasta máta. Tað er her Excel rokniark kemur inn í myndina. Og tað er ikki so ringt at læra sum tú kanska heldur.

Longu eftir eitt 2 daga skeið ert tú til reiðar at gera bæði tilboð, rokningar og listar av ymiskum slag við Excel.

Kom á skeið saman við øðrum handverkarum og spar tíð á skrivstovuni ;-) Bert 10 pláss.

Tú kanst tekna teg við at ringja til Synergi á telefonnr. 322355 ella tekna teg á heimasíðuni.

Les alt um skeiðið HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo