Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er viðkomandi at upplýsa, at játtanin til fólkaskúlan hækkar við 22,2 mió. kr í ár.

Í grein í miðlunum í dag, endurgivin úr Skúlablaðnum, undrast Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, yvir hvussu lítið fólkaskúlin hevur at siga fyri politiska myndugleikan.

Orsøkin til undranina er, at játtanin til fólkaskúlan var “skerd” við 500 t.kr í fíggjarlógini fyri 2024. At játtanin lækkaði undi løgtingsviðgerðini er rætt, men tað er viðkomandi at upplýsa, at játtanin var hækkað við 22,7 milliónum í uppskotinum til fíggjarlóg, og at hon kortini hækkar 22,2 mió. kr. frá 2023 til 2024.

Hetta er ikki gjørt fyri at niðurraðfesta fólkaskúlan, men øll vita, at fíggarlógin, øll sum hon er, er sera tepur, tá ið tað kemur til rakstrarvøkstur.  Tað hevði við sær, at nógvar størri játtanir vórðu lækkaðar nakað - millum annað at fyri at finna pening til fleiri næmingar á skúlanum á Trøðni - tó uttan at mett varð, at hetta fór at viðføra munandi verri umstøður at reka tað virksemi, ið játtanin til fólkaskúlan leggur upp til.

Játtanin til fólkaskúlan fyri 2024 inniheldur nakrar politiskar raðfestingar til eftirútbúgving, at styrkja flokslæraraskipanina og gera royndir við smærri flokkstøddum. Tí má staðfestast, at politiski myndugleikin so avgjørt raðfestir fólkaskúlan og avgjørt fer at raðfesta fólkaskúlan enn meir í árunum sum koma.

Nevnt verður eisini, at minnilutin setti fram broytingaruppskot at fáa peningin á aftur játtanina. Um hetta skal telja sum annað enn signalpolitikkur, má ein eisini hyggja at hvussu nógv fólkaskúlin er raðfestur undanfarin ár.

Tað er fráboðað, at aðalorðaskiftið verður í vár um fólkaskúlaálitið, og tá tað orðaskiftið hevur verið, hava vit eina greiðari ábending um, hvussu tilmælini skulu raðfestast og í hvørjari raðfylgju tey skulu setast í verk og yvir hvussu langt áramál.

Eyðgunn Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo