Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

F.S.F.: – Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg at sleppa í gongd, sigur nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Eyðun Klakstein avtalu, ið inniber, at frá 1. januar 2023 tekur royndi venjarin úr Klaksvík við høvuðsábyrgdini av U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi komandi tvey árini.

Hjálparvenjari verður Atli Gregersen, sum í oktober var ein av teimum tólv, ið fingu A-venjaraprógv hjá FSF.

Í seinastu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki H, saman við Fraklandi, Ukraina, Serbia, Norðurmakedónia og Armenia. Og tað eydnaðist føroyska liðnum at fáa tveir sigrar og fýra javnleikir. Millum annað spældu okkara dreingir javnt 1-1 móti Fraklandi, sum vann bólkin greitt.

Lutakastið til EM-undankappingina 2023-2024 verður í Nyon í Sveis 2. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo