Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum fer nú at leggja uppskot fram um, at landsstýrið útvegar eitt eyka skip til Suðuroyarleiðina.

Smyril er lívæðrin hjá suðuroyingum og einasta veruliga sambandið at flyta ferðafólk til og úr Suðuroynni. Seinastu árini er vøksturin av ferðafólki, akførum og farmi vaksin so mikið, at Smyril hevur trupult við at nøkta tann økta tørvin, sum ferðandi og økta framleiðslan í Suðuroynni hava brúk fyri.

Tøl frá Strandferðsluni vísa, at samanumtikið er flutningurin av ferðafólkum og akførum vaksin við áleið 25% og fraktin vaksin við yvir 50% seinastu árini.

Men Smyril er enn tann sami. Hann er ikki vaksin seinastu árini. Smyril er enn 138 metrar langur og 22,7 metrar breiður. Plássið á bildekkinum er enn tað sama, sum tað var, tá vit fingu hetta stásiliga, sjógóða skipið í 2005. Tað sigur seg sjálvt, at verandi støða kann ikki halda fram leingi afturat, sigur Bjarni Hammer.

Uppskotið verður eftir ætlan lagt fram í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo