Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú uppskot um tillaging av ferðaætlan viðvíkjandi leiðunum 400, 401, 440 og 450 eftir 1. apríl 2021 er sent til almenna hoyring, vil Eysturkommuna koma við fylgjandi viðmerkingum:

Tað kann tykjast sum um, at SSL hevur valt ella raðfest fleiri túrar til summar kommunur í mun til rutuna undir Tangafjørð til Havnar.

Tað er eyðsæð, at økið norðanfyri Gøtueiði tvs. Eysturkommuna, Fuglafjarða kommuna, Klaksvíkar kommuna og hinar kommunurnar norðanfjørðs eru niðurraðfestar.

Hetta kann tykjast løgið í ljósinum av, at 80% av teimum ferðandi úr hesum kommunum, einans hava tørv á at koma beinleiðis til Havnar og ikki steðga á fleiri staðni, sum er galdandi um hesi skulu brúka Leið 400.

Man skal minnast til, at tað búgva samlað áleið 10.000 fólk í nevndu økjum.

Snarleið 401 er ein góð ætlan og gevur meining í sær sjálvum, men ein túrur á morgni og ein á kvøldi er alt ov lítið til eitt so stórt fólkagrundarlag.

Tað er eisini undranarvert at síggja, at fleiri av kommununum, sum eru partur av rutuni, tó havi fingið síni ynskir ella krøv uppfylt.

Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvørjar grundgevingar vóru fyri hesi støðutakan.

SSL skrivar á heimasíðuni um leið 450:

“Við hesum fáa ferðandi úr Skálafjørðinum betur og skynsama loysn at koma til og frá arbeiði í Havn, umframt ferðandi úr Havn kunnu koma øvugtan veg til og frá arbeiði”.

Er tað veruliga meiningin, at hetta bert skal verða galdandi ein part at teimum ferðandi, sum arbeiða og ganga í skúla í Havn – also teimum á Skálafjørðinum??

Um vit seta koyri tíðina millum Klaksvík og Tórshavn við leið 400 og 401 (sambært ætlaðu ferðaætlan) upp ímóti hvørjari aðrari, so sæst, at ein sparir 30 minuttir at koyra frá Klaksvík til Havnar við Leið 401 í mun til Leið 400.

Tað vil við øðrum orðum siga, at har er 1 tími at “spara” hjá ferðandi, sum koyra báðar vegir.

So at hugsa sær, at hesi 10.000 fólkini bara vilja góðtaka hetta uttan víðari, kann tykjast í so bjartskygt.

Til síðst vil Eysturkommuna gera vart við, at tað er sera óhóskandi og ikki sørt hugstoytt, at SSL kemur við eini hoyringsfreist á 14 dagar frá 3. mars at rokna.

Hetta kann í ringasta føri tulkast sum ein háttur at sleppa undan at gera nakað við tey hoyringsskriv, sum verða latin inn.

Nýggja ferðaætlanin verður jú eftir ætlan íverksett 01. apríl.

Eysturkommuna við staðiliga heita á SSL um at endurskoða ferðaætlanina soleiðis, at hon kemur at raka rættvísari og at øll, sum eru partar farleiðini millum Klaksvík og Tórshavn hava somu møguleikar at ferðast.

Hetta kann eitt nú gerast við at økja um túrarnar á Leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn.

Per Martin Gregersen
Borgarstjóri í Eysturkommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo