40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Tú følir tað sum døgnið er alt ov stutt til alt tað, sum tú skalt náða. Kanska bæði á arbeiðinum og privat. Uppgávumongdin vaksur støðugt, og tú veitst ikki, hvussu tú skalt prioritera. Kom á skeið og lær teg at arbeiða meira effektivt. Kanska eru tað nakrar uppgávur, sum tú slett ikki skal loysa? Kanska er tað í lagi at

Luttakarar seinast:

Odd Færø, SEV: "Undirvísarin megnaði at geva okkum avbjóðingar, uttan at vit kendu ótta ella stúran fyri at avdúka manglandi førleika í tí, sum undirvíst var í. Har var ikki nógv at finnast at."

Sigrun Wardum, Javni: "Entusiastiskur og sera inspirerandi undirvísari. Fjølbroyttur undirvísingarháttur. Væl valt innihald."

Ása Andreasen, Synergi: "Eg eri kanska eitt sindur inhabil, men eg luttók sjálv á skeiðinum, og eg haldi,  at eg fekk SERA nógv burturúr. Fleiri ting havi eg longu broytt. T.d. havi eg fjerna notifikatiónir á t-postinum ,og eg tjekki ikki mail alla tíðina, sum eg plagdi. Hon greiddi eisini frá, at multitasking er nógv minni effektivt, enn single tasking. Tað hevur man hoyrt fyrr, men á skeiðinum gjørdu vit eina test og fingu sjón fyri søgn. Tað tók dupult so langa tíð!!! Simpulthen. So eg fari at leggja meg eftir at single taska, tí eg eri hervilig til at multitaska."

Kanst tú svara játtandi til spurningarnar niðanfyri, er skeiðið heilt vist nakað fyri teg:

·         Veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja, tá tú kemur til arbeiðis?

·         Er innbakkin fullur og borðið somuleiðis?

·         Verður tú ofta forstýra av hastiuppgávum hjá øðrum, meðan tú situr og roynir at arbeiða teg niður í bunkanum?

·         Fært tú ofta boð at koma við á fundir, sum tú kanska ikki nýtist verða við til?

·         Hevur tú fult av øllum møguligum uppgávum, sum allar sýnast at hasta?

Tekna teg nú á www.synergi.fo, har tú eisini finnur fulla skrá

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo