40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 13. juni verður afturvendandi tiltakið “Plantið eitt træ” á Vaglinum, har fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við.

 

Í ár kanst tú millum annað fáa eina Reyðbók at seta niður í garðin. Reyðbókin verður eisini kallað blóðbók og er stórvaksið leyvfallandi træ við dimmreyðum bløðum. 

Listin yvir trø og plantur, sum eru at fáa á Vaglinum 13. juni sæst HER 

Skráin fyri “Plantið eitt træ” tiltakið sær soleiðis út:

kl. 10.00 Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, heldur røðu.

kl. 10.15 Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen.

Havið egnan posa við til planturnar.

Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 20. juni.

Nærri kunning um plantupakkarnar kemur seinni.

GG! Víst verður til almennu tilmælini um at halda ein metur frástøðu í bíðirøðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo