Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Verður tú spurdur av politinum, hvussu tú eitur, nær og hvar tú ert føddur og líknandi upplýsingar, so hevur tú skyldu at svara. Tað visti ein maður í náttarlívinum síðstu nátt eftir øllum at døma ikki, ella eisini legði hann líka í tað, tí hann noktaði at svara. Tí fær hann nú eina bót, og Føroyar eru ikki størri enn so, at politiið og bótin finna fram til viðkomandi, hóast hann ella hon ikki vil upplýsa navn og bústað.

- Vit spyrja ikki til stuttleika. Tað kann vera, at tú líkist onkrum, sum vit leita eftir, ella tað er ein onnur orsøk, tað er líkamikið. Men tú hevur skyldu at svara, tá politiið spyr um slíkt, upplýsir vakthavandi.

Ein bót fyri brot á skilhaldsreglurnar liggur ímillum 1000 og 2000 krónur alt eftir brotinum.

Annars var friðarligt hetta vikuskiftið.

Tveir bilførarar eru tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, sum tíverrri ikki er óvanligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo