Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Føroysku gistingarhúsini høvdu knapt 222.000 fólkanætur í fjør. Tað er 4 prosent minni enn í 2022, ið var metár. Góður helmingur av kømrunum á gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er á leið tað sama sum árið fyri.

Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.

Fólkanæturnar vóru góðar 222.000 í 2023, ið eru gott 9.000 færri enn í 2022. Talið av fólki, ella innskrivingarnar, vóru stívliga 92.000 í tali, knapt 200 fleiri enn í 2022. 

Hetta merkir, at fleiri fólk hava verið á gistingarhúsunum, men at tey í miðal hava sovið færri nætur hvør. Í 2023 gistu fólkini 2,4 nætur í miðal, samanborið við 2,5 nætur í 2022.

Minkingin er størst uttan fyri Tórshavnarøkið
Slakar 204.000 fólkanætur vóru tilsamans á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2023. Tað er knapt 3.000 færri enn í 2022. Á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið vóru fólkanæturnar nærum 18.000 í tali, ið er gott 6.000 færri enn í 2022. Bara í farsóttartíðini 2020 og 2021 hevur hetta talið verið lægri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo