Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Betri, Bank Nordik, Lív, Starvsmannafelagið, Læknafelagið, Pedagogfelagið, Akademikarafelagið, Prestafelagið, Fiskimannafelagið og øll tit onnur størri og minni fakfeløg,  Føroya Tele, SEV og feløgini hjá tí almenna, Bakkafrost, JFK, Varðin, Magn, Effo og restin av vinnuni, tit mugu taka samábyrgd av eldraøkinum. Tit mugu tryggja tykkara limum og starvsfólkum bústaðir tá tey gerast gomul. Eldra- og barnarøkt er ein týdningarmikil partur í kappingini, um at tryggja dugnalig starvsfólk. Fíggingarstovnar og Tyggingarfeløg tit hava eina serliga stóra ábyrgd. Tit mugu koma við finansiellum produktum til okkara aldurdóm, ið vit sum borgarar fegin vilja keypa frá tykkum.

Føroya Tele vísti við barnagarðinum “Kurla” longu í 2002 á eina fyrimyndarliga loysn, ið politiski myndugleikin ikki megnaði at loysa tá. Í Danmark bjóðaði DJØF, fakfelagið hjá løg- og búskaparfrøðingum, longu tá eg læs í áttatiárunum, tilboð til mín um eldrabústaðir kring Danmark. Sami leistur er hjá læknum og øðrum fakfeløgum. AP Møller og onnur privat feløg hava skipanir til teirra starvsfólk. Dømini eru nógv. Mannagongdir og reglur eru um, hvussu eftirspurningurin, viðlíkahald o.s.fr. verður skipa og fíggja. Somu loysnir eru í øðrum londum eisini.

Umframt feløg, er tað eins sjálvsagt, at privat fólk kunna keypa sær atgongd til eitt eldrabýlið við røkt. Hvussu skal tað so fíggjast? Tað er eitt ótal av møguleikum. Og her má fíggjarsektorurin vísa síni evnir og ábyrgd. Her er ein potentiellur privatur marknaður.

Tað privata loysir ikki alt, men kann lætta um trýstið á almennu stovnarnar. Og sjálvandi veit eg eisini, at vit ikki eru í Japan, men í Føroyum har ung sjáldan eru meira enn 5 ár í einum starvi.

Ber ikki til at hugsa í gomlum kassum
Ásannast má, at samfelagið, sum tað er skipað nú, ikki megnar at veita nøktandi loysnir til gomul fólk. Politiski myndugleikin klárar hvørki at finna fígging til neyðugu íløgurnar, ella til raksturin. Skattafígging er ikki einasta loysnin.

Tað ber ikki til at hugsa í teimum kassum vit hugsa í nú, t.v.s. at tað er tað almenna, land og kommuna, ið bjóðar okkum bústað fyri 30-40.000 kr per kvadratmetur, og sum kostar í tíggjutúsundatalið í rakstri um mánaðin per borgara. At byggja stovnar fyri fleiri hundrað milliónir hvør, og milliardir tilsaman er óhugsandi. Starvsfólkini í eldratænastuni kunna ikki ganda loysnir fram.

Og tá er ikki tikin við tann trupulleikin at finna starvsfólk til røktartænastuna.

Hugsast má av nýggjum. Tveir møguleikar kunna hjálpa um støðuna. Annar er tólmenni – Artificial Intelligence – at lætta um manuella arbeiði og gera bygningarnar munnandi meira effektivar og minni arbeiðskrevjandi. AI verður ikki viðgjørt her. Hin møguleikin er, at onnur enn politikarar og embætisfólk taka ábyrgd.   

Tað má koma fleiri alternativ eldratilboð tilpassaði til ymisku tørvirnar, og sum minka um tunga og stóra trýstið á tær dýrastu eindirnar.

Í Føroyum mangla búðstaðir til edri, ið er eitt millumstið millum heim og ellisheim, also áðrenn gomul gerast óhjálpin. Eitt stað, har hjún ella einstaklingar kunna vera í nøkur ár við tilknýttum hjálpar- og fakfólki. Heilt víst er eftirspurningur eftir tílíkum bústøðum, um útboð er tøkt.

Boðskapur
Í dagsins Føroyum er tað politikarar, umsiting og fakfólk, ið koma við loysnunum. Nógvar loysnir eru fyrimyndarliga góðar, framkomin ellisheim, demensheim og so má URD og onnur framkomin umlættingarheim sjálvandi nevnast. Og starvsfólkini eru fakliga dugnalig og tænastan fyrimyndarlig. Men tað kostar!

Sjálv siðbundna vælferðarhugsanin má broytast. Fakfeløg, fíggingarstovnar, vinna og privatpersónar, vit muga øll taka størri ábyrgd av okkara egna lívi og og lívinum hjá okkara avvarðandi.

Omma mín í Húsavík misti førleikan at búgva heima tá hon rakk seinnu helvt av áttati. Á Sandoynni var einki tilboð til hana. Foreldur míni tóku tá initiativ til at finna eina loysn. Og loysnin var genial. Saman við øðrum í líknandi støðu í Húsavík og Skálavík, og fyrimyndarligum samstarvi við bygdaráðini umskipaðu tey gomlu lærarahúsini í bygdini til sambýli. Fyrsta sambýlið av sínum slag í Føroyum við fyrst trimum og seinni fimm búfólkum var veruleiki. Omma og hini gomlu fólkini fluttu inn í 1992 (ja í 1992 tá alt annað skramblaði).

Fíggingin var skilagóð og einføld. Tey gomlu komu við innbúgvi til kømur og stovu, t.d. góvu avvarðandi innbúgv og eitt orgul. Umbyggingin av tí neyðuga til atkomu og serútgerð fíggjaði bygdaráðini. Og bygdaráðið í Húsavík legði lærarahúsið til. Ein partur av rakstrinum bleiv goldin við pensjónini hjá búfólkunum og restin frá tí almenna. Ein loysn, har ábyrgdarfólk tordu at hugsa uttanfyri boksina. Eitt alternativ sum passaði til nærsamfelagið tá. Sambýlið í Húsavík er eitt dømi um eitt fyrimyndarligt samstarv ímillum eitt privat initiativ og eina kommunu. Trivnaðurin var fyrsta floks og fólkini búðu í sínum kenda nærumhvørvi. Eg minnist enn hvussu sangurin ljómaði, tá eg einaferð kom at vitja ommu.

Bíliga modellið við lærarahúsunum í Húsavík, passaði ikki inn í almenna vælferðarmodellið. Sjálvandi krevur eitt framkomið samfelag betri umstøður enn eitt gamalt lærararhús. Sambýlið bleiv stongt, og alternativið við sambýlið eftir húsavíksleistinum bleiv strikað. Ístaðin blivu trý, ja 3, framkomin heim bygd á Sandoynni, ellisheim á Sandi og sambýlir í Skálavík og Skopun.

Í dag eru foreldur míni 86 og 87 ár og klára seg ikki heima longur. Tey fáa fyrimyndarliga tænastu á URD í avmarkaða tíð. Har er ikki ein fingur at seta á. Men eg ásanni, at eg ikki megni at bjóða foreldrum mínum eina loysn, eins og tey góvu ommu í Húsavík. Hvørki eg sum sonur, ella samfelagið hava eina loysn at bjóða teimum.

Í tí vaksna lívinum hava míni foreldur offrað alla sína orku til brekað og gomul. Men í dag er einki veruligt tilboð til tey bæði sum hjún.

Hoyvík tann 18. februar
Óli Samró  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo