40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Visti um mannin, ið ikki fekk møguleikan at arbeiða sum trúboðari. Á ungum árum fekk hann kallið at bera gleðiboðskapin um Jesus. Hann setti sær fyri at fara í læru uttanlands og nema sær kunnleika um lívsins bók. Upptøkan kravdi eitt viðmæli frá kirkjuliðinum, eitt skjal, ið váttaði levnað, eginleikar og førleikar.

Tað heimliga jørðildi var eirindaleyst. Unglingin varð mettur óegnaður og tess vegna ikki upptikin á bíbliuskúlan. Dreymurin at virka fyri Harran fulla tíð í skipaðari tænastu gjørdist ongantíð veruleiki.

Misálitið gnagaði burtur av trúnni og hevði óheppin hjáárin. Tað heilaga málið hvarv úr eygsjón.

Umvendingin var bjargingin nógv ár seinni.

Minnist við tøkk aftur á løtur, tá ið tann umtalaði maðurin í ellini vitnaði um Jesus. Vitandi, gripin og eldhugaður. Málnýtslan var øðrvísi enn hjá øðrum, men trúgvin var livandi í orðum, hjarta og kroppi.

Henda køvandi søgan um ein ungan mann, ið varð steðgaður í síni kalli at prædika gleðiboðskapin, er ein ræðandi sannleiki. Spurningurin er, hvussu vit umsita myndugleikan ella ábyrgdina, ið er litin okkum í hendi. Geva vit menniskjum áræði at søkja frelsaran, ella reka vit við orðum og gerðum menniskju burtur frá Jesusi?

Langafríggjadag verða vit mint á, at Guðs er heiðurin í fullgjørda verki Jesu Krists. Ísrael, Guðs útvalda fólk, metti eisini um samtíðar trúgv, rættleika og møguleikar. Soleiðis hevur altíð verið, og svá verður í komandi tíðum.

Jørðina og tað jarðliga – bæði tað tímiliga og tað æviga – skoðar menniskjan einans í pørtum. Viðhvørt tørvar okkum nakrar smálutir til tess, at metingin og úrskurðurin eru nøktandi heildarmynd.

Langafríggjadag tók Guð ábyrgd av støðuni og gav menniskjum ein tryggan og gongdan veg heim í sítt himmalska ríki. Allar síðugøtur og hvør heimagjørd rás varð merkt við áskriftini “blindgøta”.

Ikki høgu metingar ella skilagóðu útsagnir manna. Ikki góðgerðir, ið verða fráboðaðar ella hildnar loyniligar. Ikki fráhald frá tí, ið tølir likam og sál. Ikki tær mongu vitjanirnar í halgidóminum ella tær fáu, ið nærmast eru skyldubundnar.

Langafríggjadag gjørdi Guð tað, ið einans Guð kann gera. Hann tók ábyrgd av ævigu lagnu menniskjans og gav okkum møguleikan í sáttargerð sonar síns. Vit fingu í Jesusi beinleiðis atgongd til trónu Guðs.

Tann andaliga skipanin og siðvenjan rundan um halgidómin vórðu settar til viks við atliti at, hvør verdur er himmalin ella ikki.

Tekini um tann avmarkaða myndugleikan, ið kirkjur, biskupar, prestar og trúboðarar hava, er sjónligt ta løtu, tá ið Jesus doyr á krossinum. Tann gamla skipanin í halgidóminum, ið ásetti hvør kundi hvat og hvar, varð endurskoðað, og ein nýggj kom ístaðin.

Nýggja skipanin er náði Guðs í Jesusi Kristi. Tá ið strekkið á jørðini er gingið, og vit loksins koma til Perluportrið, er sonur Guðs talsmaður menniskjans. Í trúnni hava vit fría atgongd uttan annan millummann enn Jesus.

Langafríggjadagur ber boð um sáðkornið, ið fellur í jørðina og doyr, til tess at geva lív til tey mongu. Jesu deyði er í trúnni á uppreisn hansara páskamorgun atgongumerkið inn í Guðs æviga ríki.

Einborni sonur Guðs varð krossfestur, háðaður, krýndur við tornum og doyði. “Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu.” (Matteus 27,51).

Í 21. øld eftir Kristi føðing er tað gagnligt at minna hvør annan á, at myndugleiki kirkjunnar er avmarkaður til jørðina og tað jarðliga. Ævinleikin og æviga lagna hins einstaka er í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara í Guðs náðiríku hondum.

Hóast henda sannleikan er tað uppgávan hjá biskupi, prestum og trúboðarum við nærlagni, trúfesti og umsorgan at umsita tað kall og tað álit, ið okkum er givið. Tað er ein torfør uppgáva. Var hon løtt, hevði Guð valla latið einborna son sín í deyðan. Júst við tað at uppgávan er menniskjum ómøgulig, gjørdi Guð tað, ið eingin annar megnar. Hann gav okkum atgongd til himmalin.

Hóast vit nýta orðið í eintal, so eru tólv portur rundan um hin himmalska staðin. “Og hini tólv portrini vóru tólv perlur, og hvørt portrið fyri seg var úr einari perlu; og gøtan í staðinum var reint gull, sum skyggið glar.” (Opinberingin 21,21).

Tøkk fái Guð fyri sína ósigandi náði og sína ævigu skipan. Tað er ein lætti at vita, at við Perluportrið verða vit ikki spurd um onnur, teirra dygdir ella mistøk. Á evsta degi talar Guð, og hann aleina avger, hvør kemur inn um portrið til dýrd og gleði. Evsta dag hevur ein og hvør meira enn nóg mikið við sjálvan seg. Amen.

Orðið: “Men vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn.” (Matteus 23,13).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo