40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

FSF: Fótbóltssambandið hevur tikið stig til at skipa fyri einum spennandi nýggjum fótbóltstiltakið í 2019, har vit fara finna Føroya bestu fótbóltsfamilju.

Sett kross í kalendarin 10. juni 2019 (2. hvítusunnudag), tí tá fer Fótbóltssambandið fyri fyrstu ferð at skipa fyri stórari familjufótbóltskapping.

Talan er um fótbóltskapping, har mammur, pápar og børn koma at kappast ímóti hvørjum øðrum fyri at finna bestu fótbóltsfamiljuna í Føroyum.

- Endamálið við tiltakinum er at fyrst og fremst at familjan skal brúka tíð saman og røra seg, samstundis sum tað sjálvandi eisini skal vera stuttligt at kappast ímóti øðrum familjum og harvið knýta nýggj vinarbond, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots samskipari hjá FSF. Hon leggur aftrat, at hetta vónandi eisini er við til at fáa enn fleiri børn og ung at spæla fótbólt og harvið leggja snildfonina til síðis eina løtu.

Hóast tað týdningarmiklasta við tiltakinum er, at øll hava ein góðan dag, so verður eisini kappast um eina familjuferð til Danmarkar frá Smyril Line.

Nærri kunning um, hvussu kappingin verður skipað kemur í næstum, har kunning eisini verður um, hvussu familjur tekna seg til familjufótbóltskappingina 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo