40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-106/2020 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Fámjinstunnilin

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvør er orsøkin til, at verklagslógin um Fámjinstunnilin ikki er løgd fyri Løgtingið, nú framløgufreistin er farin?

2. Nær kann væntast, at verklagslógin um Fámjinstunnilin verður løgd fyri Løgtingið?

3. Nær kann arbeiðið byrja uppá Fámjinstunnilin?

Svar:
Ætlanin hevur verið, at verkætlanin kann bjóðast út áðrenn summarfrítíðina og at arbeiðið kann byrja seinni í ár.

Orsøkin til seinkingina er, at avbjóðingar hava verið við jarðfrøðini í sambandi við at finna røttu linjuføringina á tunlinum.

Linjuføringin er nú funnin og í løtuni verður arbeitt við at projektera tunnilin.

Í fjallinum, har tunnilin skal borast, liggja 40 m høgar fláir frá ístíðini (dysjar), sum á yvirflatuni síggja út til at verða vanligt grót, men sum er leyst tilfar at bora og grava í.

Landsverk hevur arbeitt tætt saman við Jarðfeingi fyri at finna bestu og tryggastu loysnina.

Tunnilin skal tó væntandi tryggjast betur enn vanligt er fyri líknandi tunlar.

Tinganes, 31. mars 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo