40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Man kann gerast so troyttur av at hoyra pappírsmiðlarnar tveita um seg við fávitskutum tosi sum, at teir eru teir einastu, ið kunnu hava kritiskan journalistikk.

Treytin er tann sama, at teir vilja hava pengar fyri tað - nógvar pengar - tí annars fáa teir ikki "farið afturum, niðurum, uppum, tvørturum" og hvat øll hesi orðini eita sum pappírið grundgevur við og breggjar sær av.

Mín spurningur er tí, um pappírið er nakað øðrvísi í dygd samanborið við netmiðlarnar?

Og hvat verður so nógv øðrvísi um Dimma ella Sosialurin fáa fleiri hundraðtúsund í part?

Tann spunringin skal eg svara sjálvur, tað verður einki øðrvísi, tí tað ber snøgt sagt ikki til at hava kristiskan journalistikk í Føroyum.

Tað er samfelagið alt ov lítið til.

Ja, føroyski marknaðurin er so lítil, at hann hevur ikki meira enn tríggjar nýggjheitir - í allar besta føri - um vikuna.

Dimmalætting breggjaði sær einaferð av, uppundir næstseinasta húsagang, at miðilin var ein grópimaskina. Og tað er eitt gott brand og spennandi og eggjandi pr-stunt.

Men hvat var hetta fyri søgur miðilin borðreiddi við? Jú, tað varð einans grópað í lummunum hjá fíggindunum hjá Dimmalætting.

Sama uppskrift sum Kringvarpið brúkar.

Pappírið hevur fingið milliónir av krónum upp gjøgnum árini frá tí almenna í formi av lýsingum av øllum handa slagi, men pappírið hevur ikki megnað at fingið nakað burturúr hesum milliónunum.

Og trendurin seinnu árini hevur verið um allan heimin, at pappírið er á veg av marknaðinum, meðan netmiðlarnir eru á veg á marknaðin.

Hetta er ikki nøkur nýggjheit, hetta er gongdin sum vit einki fáa gjørt við annað enn at góðtaka hana.

Pappírið hevur ikki klárað at funnið nakað aftursvar til netmiðlarnar, og tí hevur pappírið tapt kappingina.

Hetta er beiski veruleikin sum vit mugu staðfest og henda veruleika broytur eingin millión!

Men ístaðin fyri at sita og reypa av, hvussu gott og týðandi pappírið er, so er bara at taka hendurnar úr lummanum og fara ígongd og vísa okkum, hvat nytta er í pappírinum.

Blaðfólkini fáa jú løn fyri at arbeiða, ikki sannheit!

Góðan arbeiðshug Georg!

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo