40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 125/2021: Uppskot til samtyktar um fíggjarpolitiskt regluverk Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, tingmenn, hava vegna Framsókn lagt málið fram 7. mars 2022, og eftir 1. viðgerð 17. mars 2022 er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 31. mars 2022.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Landsbankan, Búskaparráðið og landsstýrismannin í fíggjarmálum, Una Rasmussen.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen) hevur hesar viðmerkingar:

Játtanarlógin kom í gildi í 2009, og var hon ætlað at verða fíggjarpolitiska amboðið hjá landsstýrinum.

Upprunaliga var eitt av krøvunum til arbeiðsbólkin, sum skuldi koma við tilmæli um lóg um játtanarskipan, at hon skuldi vera einføld, eintýðug og konsekvent. Tingfólk eru ójøvn á máli, hvørt galdandi játtanarlóg er nóg konsekvent.

Høvuðsendamálið við einum fíggjarpolitiskum regluverki er at stýra almennu fíggjarviðurskiftunum, soleiðis at:

- førdi politikkurin er haldførur
- tað almenna førir ein konjunkturjavnandi politikk

Í § 1 í donsku budgetloven stendur, at málið við lógini er at tryggja fíggjarliga javnvág ella avlop í samlaða almenna geiranum og eina hóskandi útreiðslustýring hjá landi, kommunum og regiónum.

Hetta ber alt til undir galdandi játtanarlóg í Føroyum, men tað eru tó ongar avleiðingar innbygdar í lógina, og summi hava ført tað fram sum ein veikleika við henni. Sostatt kann man uttan iva grundgeva fyri, at vit hava brúk fyri eini lóg, sum bindur Løgting og landsstýri meira, enn játtanarkarmarnir gera.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður m.a. grundgivið við, at vantandi fíggjarpolitiskt regluverk letur upp fyri møguleikanum at føra ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk, og síðani verður víst á, at útreiðslur landskassans hava verið størri enn inntøkurnar øll árini síðan 2008 uttan í stutta áramálinum frá 2016-2019.

Til hetta er at viðmerkja, at valla kann fáast til vegar nøkur lógarfest skipan, ið kann tryggja landskassan móti tí, sum uppskotssetararnir meta sum fíggjarpolitiskt ábyrgdarloysi frá teirri til eina og hvørja tíð sitandi stjórn.

Eingin rættilig semja er heldur um, hvat er at meta sum fíggjarpolitiskt ábyrgdarloysi og ikki. Tey flestu eru í útgangsstøðinum samd um, at samsvar skal vera millum inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum, og at vit í góðum tíðum eiga at hava yvirskot í landshúsarhaldinum. Tó eru tað stórir hugsjónarligir munir á, hvussu tingfólk og flokkar síggja uppá, hvussu og hvaðani peningur eigur at verða tikin inn, og hvussu hann eigur at verða nýttur, bæði frá ári til árs og uppá longri sikt.

Meðan nøkur halda tað týdningarmesta vera at bjálva landskassan væl til at standa ímóti við í búskaparliga verri tíðum, halda onnur, at tað er týdningarmiklari at lata vinnu og borgarar varðveita mest møguligt av forvunnu inntøkuni fyri harvið at kunna skapa mest møguligan búskaparvøkstur.

Summi vilja útbyggja samfelagstænasturnar skjótt uttan at lata tað verða stýrt av konjunkturunum, meðan onnur vilja útbyggja samfelagið spakuligari og á ein konjukturjavnandi hátt.

Sostatt er ymiskt, hvørji amboð tingfólk meta neyðug til at føra tann til eina og hvørja tíð ynskta politikkin, og so leingi semja ikki er um hetta, tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum.

Rákið hevur verið, at situr man sjálvur í andstøðu, vil man avmarka stjórnarrúmið hjá samgonguni mest møguligt, fyri síðani at arbeiða fyri víðfevndum lógarheimildum og stórum fleksibiliteti, tá man seinni sjálvur stjórnar landinum. Talan er eftir meirilutans tykki um eina ónda ringrás, sum vit so avgjørt hava tørv á at koma til lívs.

Reint umsitingarliga fer eitt nýtt fíggjarpolitiskt regluverk uttan iva eisini at eta burtur av verandi umsitingarligu orkuni hjá miðfyrisitingini. Meirilutin heldur, at vit í størst møguligan mun eiga at fara burtur frá tungum bureaukratiskum skipanum í eini pinkutjóð sum okkara, til tess at ikki óneyðuga nógv starvsfólkaorka verður bundin í almennu umsitingini, men verður frígivin til privata geiran búskapinum at frama.

Meirilutin heldur eisini, at tað helst hevði verið til fánýtis at sjósett eitt fíggjarpolitiskt regluverk til tess at uppala politisku skipanina til at duga sær hógv, tí at man byrjar í skeivum enda. Vandi er fyri, at ein slík skipan, um hon livir upp til sítt endamál at binda fyri í mun til allar hugsandi óhepnar politiskar støður, kann tilskunda til snildan politiskan atburð, har virksemi í størri mun eitt nú verður lagt uttanfyri landsins fíggjarlóg í grunnar og partafeløg fyri at umgangast reglurnar.

Skilabetri hevði verið at tikið tað frá hinum endanum, har man, so hvørt politiska skipanin búnaðist, og breið semja fekst um, hvørjar fíggjarpolitiskar karmar man átti at halda seg innanfyri tvørturum valskeið, á einfaldan hátt lógarfesti tær siðvenjur, ið sum frálíður aldust fram.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang) hevur hesar viðmerkingar:

Minnilutin er samdur við meirilutanum í, at politisku hugsjónirnar eru ymiskar, tá umræður inntøkur og útreiðslur landskassans, hvør skal raðfestast og hvør skal gjalda. Eitt nú plagdu borgarligir flokkar at raðfesta skynsaman fíggjarpolitikk, ofta við slagorðum sum ‘ tæring eftir næring’, ‘ pengarnir skulu tjenast, áðrenn teir skulu brúkast’ og at ‘pengarnir liggja best í lumma borgarans’, meðan vinstravendir flokkar í størri mun sóu gagn í einum stórum almennum geira. Tað er sera torført at síggja borgarligu hugsjónina í førda fíggjarpolitikkinum hjá sitandi samgongu, sum bæði hevur økt munandi um almennu útreiðslurnar og samtíðis hevur skorið ógvusliga í inntøkunum, serliga frá vinnuni. Avleiðingin er, at okkara børn og barnabørn fara at gjalda rokningina fyri ovurnýtslu í søguliga góðum tíðum.

Tað er ikki fyrstu ferð í føroyskari politiskari søgu, at man í góðum tíðum hevur livað yvir evni og latið eftirkomarunum rokningina at rinda, tá tíðirnar gerast verri. Konjunkturstuðlandi fíggjarpolitikkur hevur verið reglan heldur enn undantakið, og tað hevur havt við sær, at fíggjarligu sveiggini, sum altíð fara at vera, gerast størri enn neyðugt.

Tað er nevniliga ikki rætt, tá meirilutin sigur, at rættilig semja ikki er um, hvat er fíggjarligt ábyrgdarloysi. Búskaparráðið og Fíggjarmálaráð gera hvør sína frágreiðing tvær ferðir árliga og afturvendandi niðurstøðan er, at tað er vantandi haldføri í føroyska búskapinum, og at tað er neyðugt at gera átøk, sum bøta um støðuna, um vit vilja varðveita vælferðartænastur á verandi støði. Politiskt kann man snúgva sær undan hesum veruleika, t.d. við at skeikla tøl. Eitt nú eru politikarar farnir at draga íløgur frá fíggjarlógarúrslitinum við tí fyri eyga at fyrigykla eitt avlop, hóast stórt hall.

Ein grundgeving ímóti uppskotinum er, at tað kann tilskunda til snildan politiskan atburð. Hetta er sjálvandi rætt, um man als ikki hevur sum mál at føra skynsaman fíggjarpolitikk. Hinvegin vísir tað seg aloftast, at man ikki megnar at liva upp til egin sett mál, tí tað er nærmast óendaligur eftirspurningur eftir almennum íløgum, tænastum og avgjalds- og skattalættum, meðan tað sjáldan eru atkvøður í at halda aftur – í øllum førum í stutta siktinum.

Eitt fíggjarpolitiskt regluverk kundi verið eitt amboð í hesum sambandi. M.a. hevur tað víst seg, at danska budgetlógin hevur havt við sær eina munandi frægari fíggjarpolitiska disciplin. Landsbankin hevur longu í 2012 víst á tørvin á einum fíggjarpolitiskum regluverki, lagað til føroysk viðurskifti, og Búskaparráðið hevur eisini í sambandi við viðgerðina sera sannførandi víst á tørvin.

Minnilutin harmast um, at meirilutin heldur fast við verandi fíggjarpolitisku kós.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 29. apríl 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo