Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Amnesty International Føroyar skipar fyri tiltaki í morgin, leygardagin 9. septembur, um stríðið í Iran.

Amnesty International Føroyar fær vitjan av Farideh Azadi og Aydin Soei.

Farideh er fødd og uppvaksin í Iran, men í 1986 fekk hon og familja hennara politiskt friðskjól í Danmark. Nøkur ár áðrenn vórðu hon, maður hennara og eitt ára gamli sonurin, Aydin, flýdd úr heimlandinum.

16. septembur verður eitt ár síðan, at Jina Mahsa Amini doyði av løstunum, hon fekk, tá siðalagsløgreglan í Teheran bardi hana av, tí turriklæðið ikki sat, sum tað skuldi. Farideh og Aydin fara at greiða frá um uppreisturin, sum byrjaði eftirhetta. Um kollveltingina í 1979, og hvussu lívið hjá Farideh brádliga broyttist. Um, at Farideh stríddist fyri javnrættindum og frælsi, men at tað førdi við sær, at hon varð noydd at flýggja úr heimlandinum.

Heini í Skorini ger samrøðuna.

Tiltakið er í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. septembur kl. 14, og er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo