Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Granskingarráðið: Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 26 umsóknir komnar inn.

Tað er lægsta tal av umsóknum í nógv ár. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir.

Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar eru, til at umsóknartalið er lækkað. Tað kann hugsast, at nógvu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum seinastu tvey árini hava mettað tørvin á heilsuøkinum nakað. Ein onnur orsøk kann vera, at kappingin hevur verið so hørð, at hugurin at royna seg í ár er minkaður.

13 kvinnur og 13 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er eitt javnari býti enn undanfarnu trý árini, tá væl fleiri kvinnur enn menn søktu.

Ein góður triðingur av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Umsóknir eru bæði frá granskarum í Føroyum og uttanlands. Hendan myndin er á leið tann sama sum undanfarin ár.

Granskingargrunnurin hevur góðar 6 milliónir kr. tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum. Søkt verður um tilsamans knappar 22 milliónir krónur.

Løgtingið játtaði eina millión kr. meira í Granskingargrunnin í 2016, sum er ætlað til vinnugranskingarverkætlanir. Enn er ikki greitt, nær umsóknarfreist verður til hesa skipan, men tað verður væntandi seinni í vár. Meira verður at frætta á gransking.fo um hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo