Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Farsóttarøkið varð flutt á føroyskar hendur 1. jan. 2024, tá Fólkaheilsustýrið yvirtók umsitingina av farsóttarøkinum - sama dag sum stovnurin hátíðarhelt sín fyrsta føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Heilsumálaráðnum á Eirargarði 2, mikudagin 3. januar kl. 14.00-16.00. 

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og lutvíst Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stýrinum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

- Ráðgeving og upplýsing.

- Hagtøl og skráir

- Tilbúgving

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið, og sum nevnt yvirtók stovnurin umsitingina av farsóttarøkinum frá landslæknaembætinum 1. jan. 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo