Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar Súkklufelag: Tað var Dávur Magnussen sum gjørdist FM vinnari í Býarsúkkling. Dávur var favorittur at vinna FM heitið í Býarsúkkling, men hann var ikki eina um at vera favorittur, tí Helgi W. Olsen er altíð væl fyri, og sera stinnur í hesari grein, og hevur vunnið FM heitið í hesari grein áður.

Kappast bleiv vestanfyri. Velbastað var karmur um kappingina í ár. Startur og mál var við bryggjaríið Okkara. 

Koyrt bleiv frá Okkara niðan á landsvegin, inn móti Velbastað, og siðan eftir Ervavegi, fyri síðan at koyra niðan móti Okkara aftur. Koyrt bleiv í 40 minuttir, og síðan eitt "finaluumfar".

Kappingin var ikki meir enn byrjað tá Dávur og Helgi settu ferð á. Hesir teljast millum okkara sterkastu súkklarar, og eftir ein góðan umgang, sluppu teir frá feltinum, sum í gjár taldist Jákup Petur Eliasen, Hilmar Hansen, Jan Hjaltalin Olsen og Gunnar Dahl-Olsen.

Favorittarnir "traðkaðu á speedaran", og so megnaðu Jákup Petur, Hilmar, Jan og Gunnar ikki at halda tørn, og máttu "sleppa". Dávur og Helgi øktu aftur til feltið, og Jákup Petur, Hilmar og Gunnar sóu tí skjótt, at tað var ikki FM heitið teir nú kappaðust um. 

Dávur var væl fyri, og á triðja umgangi bleiv traðkið niður í pedalurnar enn harðari, og í brekkuni niðan móti Okkara, megnaði Dávur tí at koyra frá Helga. 

- Eg koyrdi næstan alt eg kundi fyrstu tríggjar umgangirnar fyri at troytta Helga. Í triðja umgangi sá eg, at Helgi ikki lá beint aftanfyri meg. Koyrdi tí alt eg kundi fyri at økja, segði ein vælnøgdur Dávur Magnussen eftir kappingina.

Tá avtornaði vann Dávur við einum góðum minutti á Helga.

Triðjur á mál gjørdist Jákup Petur Eliasen.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo