40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Renault Zoe elbilurin fær 0 stjørnur frá Euro NCAP fyri trygdina, sum er søguliga vánaligt úrslit fyri ein bil, sum er framleiddur nú á døgum. Bilurin fekk 0 stjørnur, tá hann var kannaður.

Euro NCAP (European New Car Assessment Programme) er stovnurin sum kannar øll bilmerki við eini 'krasj-test', áðrenn bilarnir kunnu seljast í Europa.

Ein annar bilur, sum verður tikin fram sum ótryggur at koyra í, er Dacia Spring, hann fær bert eina stjørnu í testini.

Men Renault Zoe fær 0 stjørnur. Og báðir bilarnir fáa so vánaligt skoðsmál, at FDM (felagið hjá donskum bileigarum) heilt einfalt mælir fólki frá at keypa teir.

- Hetta er heilt einfalt skelkandi. At kalla allar trygdarskipanir, sum eru vanligar í bilum nú á døgum, eru ikki í hesum bilunum. Tað er sjáldan, FDM mælir frá at keypa ein bil, men í hesum førinum siga vit beinleiðis við fólk, sum ætla at keypa ein bil, at tey ikki skulu keypa hendan, sigur Søren W. Rasmussen frá FDM og danskt umboð í Euro NCAP við Jyllandspostin.

Bilurin er eisini seldur í Føroyum. Tað er bilasølan Waagbilar sum selur Renault í Føroyum. Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá stjóranum har, Paula Waag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo