Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Norski filmurin, “Fedrelandet”, sum byrjar nýggja árið í Filmsfelagnum, er eitt filmslistarligt verk um lívið sjálvt, deyðan, náttúruna og um í tilveruni at verða til staðar í løtuni.

Filmurin verður sýndur mikudagin 3. januar 2024 kl 20.

Við Wim Wenders og Liv Ullmann sum framleiðarum hevur norska Margreth Olin (f.1970) gjørt ein stórbæran heimildarfilm, sum er norska Oscaruppskotið.

Ummælarar eru samdir um, at í filminum, ið hevur altjóða heitið ”Songs of Earth”, eru tað norsku fjallarøðirnar, sum hesa vetrarhálvuna skapa karmin um avgjørt størstu náttúruuppliving í biografinum.

Nanna Frank Rasmussen sigur í fimm stjørnaðum ummæli í Politiken, at ”Der er nogle film, der er så visuelt storslåede, at det ville være en forbrydelse at se dem noget andet sted end på et stort lærred.”

Tað er Margreth Olin, sum við hesum filmi fer á eina eksistentiella ferð við foreldrunum, ið samstundis verða ein menniskjanslig alin, sum í alduri verður hildin upp móti endaleysu víddunum.

Kærleikin og lívlangi trúskapurin hjá foreldrunum sigur okkum stillisliga frá um, hvussu tað ytra kann geva tí innara menniskjanum eitt sameinandi afturljóð. Á ferðini koma tey eftir, at sjálvt tað mest grundfesta fjallið er fyri broytingum - og tað serliga í okkara tíðum.

FILMSFELAGIÐ: 3/1 kl 20:00 Songs of Earth (Fedrelandet, Margreth Olin, Noreg 2023 90 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo