Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eitt er at vinna kríggið. Nakað heilt annað er ikki at missa friðin, sigur ukrainski varafíggjarmálaráðharrin  Oleksandr Gryban í samrøðu við franskan miðil I'Express.

- Eitt tað týdningarmiklasta er at leggja lunnar fyri búskaparligari framgongd aftaná kríggið, tí annars er Ukraina dømt at ganga biddaragongd hjá øðrum londum í allar ævir. Vit mugu vaksa sjálvi, annars fara tey sum hjálpa okkum í dag at missa áhugan sum frálíður og minka um stuðulin, sigur Oleksandr Gryban.

Tað er í hesum sambandi at tað verður nevnt, at prísurin fyri at fáa landið á føtur aftur eftir kríggið helst ikki fer at vera minni enn 1.000 milliardir dollarar, ella áleið sjey ferðir tað í okkara peningi.

Heimsbankin segði í mars mánað, at tað fer at kosta góðar 400 milliardir dollarar at endurbyggja Ukraina eftir kríggið, og tað fer at taka 10 ár.

Men við dr.dk sigur Frederik Harhoff, professari, at tað altíð er bæði dýrari og drúgvari enn mett at endurbyggja eitt land aftaná eitt kríggj.

- Tað vita vit millum annað frá Seinna Heimsbardaga og endurbyggingini av Týsklandi. Men hetta má alt avtalast í eini friðaravtalu, sum man fara at koma fyrr ella seinni. Frederik Harhoff meinar, at Russlandi kann verða álagt at gjalda krígsskaðaendurgjald, tá kríggið er liðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo