40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Uttanríkisráðharrin Mike Pompeo sigur, at Donald Trump forseti fer um stutta tíð at kunngera fleiri kinesisk teknologifeløg sum eru ein beinleiðis hóttan móti USA.

Tað sigur Mike Pompeo í samrøðu við Fox News í dag, sambært CNBC.

Pompeo hevur nevnt bæði TikTok og appina Wechat í samrøðuni við Fox News, og sagt at hesi feløgini senda dátu beinleiðis til kinesiska kommunistaflokkin.

Gitt hevur verið at TikTok fór at selja sín amerikanska part, og í tí sambandinum er Microsoft nevnt sum ein møguligur keypari. Men nú eru samráðingarnar millum Microsoft og TikTok-eigaran Bytedance lagdar á ís meðan bíðað verður eftir fráboðanini frá forsetanum, sambært Wall Street Journal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo