Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Hyggja vit eftir tølunum, so var árið í fjør sermerkt á tann hátt, at met nógv byggiloyvir vóru givin til bæði íbúðir (50), onnur byggiloyvir, t.d. tilbygningar, bilhús, hjall v.m.(103). Eisini vórðu 13 byggiloyvi til sethús givin. Seinastu 10 árini eru í alt loyvir givin til 89 sethús og 93 íbúðir í kommununi. Sum heild vísir gongdin seinnu árini ein støðugan vøkstur í virkseminum í kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um stóra eftirspurning eftir bústaði í Klaksvík.

- Sum borgarstjóri er hetta sera gleðiligt, at nógv verður bygt. Fólkatalið í Klaksvík og í kommununi setur met og merkir tað, at vit sum kommuna áhaldandi mugu síggja møguleikar og skapa karmarnir, soleiðis at tað kann gerast lagaligt fyri borgarar og vinnufyritøkur at byggja.

- Umfamt íbúðabygging í býnum, so hevur kommunan fleiri grundstykkir á Fossum klár í summar. Somuleiðis er verkætlanin við fleiri vinnuøkjum við Borðoyavík komin væl áleiðis. Tí kann eg ikki siga annað enn, at hetta er ein spennandi tíð, sum gevur mær góðar vónir um framtíðina.

Serliga er tað gongdin í íbúðabyggingin hjá privatum feløgum, sum vekir ans. Íbúðarbyggingin tók av álvara dik á seg, tá byggingin kring Biskupstorg fór ígongd í 2015, har tey fyrstu fluttu inn í 2019. Eftir hetta er ferð komin á íbúðabygging í Klaksvík. Tí umframt tær 50 búeindinar, sum loyvi varð givið til í fjør, so eru nógvar aðrar spennandi verkætlanir ávegis.Fyribils metingin er, at gongdin við íbúðabyggingin heldur fram í 2022, har roknað verður við, at met nógv loyvir verða givin í 2022.

Korona setti ferð á
Síðani korona tók seg upp í 2020, eru met nógvir fyrispurningar komnir frá privatum um byggiloyvi til tilbygningar, umbyggingar, bilhús, hjallar o.a. í stórum vøkstri.

- Tað vísir seg, at meðan samfelagið á fleiri økjum fór niður í ferð, so vóru tað rættiliga nógv, sum fóru at byggja um, byggja bilhús og hjallar. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv virksemi hevur verið síðan korona tók seg upp. Tí er tað eisini serliga spennandi at fylgja gongdini, og vóni eg sjálvandi, at góða gongdin heldur fram, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo