Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Fólkanæturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hava sett met í 2023. Hesin bólkur gisti nærum 98.000 nætur í 2023. Tað er áleið 4.000 fleiri enn í 2022. Hetta er ein vøkstur upp á 5 prosent.

Danir høvdu góðar 65.500 fólkanætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Tað er 22.500 færri enn í 2022. Árið 2022 var eitt metár hjá dønum á føroyskum gistingarhúsum við gott 88.000 fólkanáttum. Fólkanæturnar hjá dønum eru sostatt lækkaðar 25 prosent frá 2022 til 2023.

Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini væl meira í 2023 enn árið fyri. Fólkanæturnar hjá føroyingum vóru góðar 58.000 í tali í fjør. Hetta talið er vaksið 18 prosent samanborið við 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo