40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, sum sá sera álvarsligt út, men kortini eftir umstøðunum spældi væl av.

Ein bilur, sum kom koyrandi frá Norðsasta Horni inn móti býnum, steðgaði ikki við vegamóti Kirkjubøarvegur - Marknagilsvegur, men helt beina leið fram tvørtur um bæði veg og gongubreyt, og endaði á síðuni hinumegin vegin, í Lambagerði.

- Eitt fólk var í bilinum, og viðkomandi sat fastur og mátti klippast úr bilinum, men tað spældi tíbetur alt væl av, hóast tað ivaleyst hevur sæð ógvusligt út, tí har vóru bæði vit frá politinum, sjúkrabilur og fólk og útgerð frá brandstøðini til staðar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Hann leggur afturat, at hetta kundi havt endað heilt galið, tí nógvir bilar koyra á Marknagilsvegnum, men ikki júst í teirri løtuni sum óhappið hendi.

Tað er ikki greitt, hví bilførarin ikki helt sína víkiskyldu, men helt beina leið tvørtur um vegin. Blóðroynd er tikin, men sambært politinum er tað ivasamt um rúsdrekka var orsøk til óhappið.

- Viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men eftir tí sum vit hava fingið upplýst, so er livimátin bara heilt góður, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo