Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ongin fólkaskaði hendi, tá ferjan "Amorella" rendi á ein flúr við Álandsoyggjarnar. Ferjan var ávegis frá finska býnum Turku til svenska høvuðsstaðin, Stokhólm. Óhappið hendi stutt fyri klokkan 11 okkara tíð.

Umleið 280 fólk verða førd í land við tyrlu, skriva lokalir miðlar.

- Í fyrstuni var nakað av panikki umborð, tí ongin visti hvat var hent, og alarmar ljóðaðu, men nú eru øll púra rólig, sigur eitt ferðafólk við Expressen.

Svensk bjargingarlið standa tilbúgvin at hjálpa, um tað gerst neyðugt. Men fyribils hava finsk bjargingarlið megnað uppgávuna einsamøll.

Vegna korona farsóttina vóru ikki nær námind so nógv ferðafólk við sum tað vanliga er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo