Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mítt aðalmál er, at Føroyar eru góðar hjá øllum at búgva og virka í. Tað vil siga frælsi og tryggleika til øll.

Skulu vit røkka hesum, so er eftir mínum tykki neyðugt við einum borgarligum Føroyum, sum byggja á eina góða sosiala og liberala grund.

Hetta kunnu vit best røkka, um Føroyar taka ábyrgd av øllum viðurskiftum, at vit øll hava álit á almennu skipanunum; umframt at vit hava fólk og vinnulív, sum hevur áræði at taka neyðugu tøkini og bróta uppúr nýggjum.

Eg eri 37 ár, fødd, uppvaksin og búgvi í Sandavági. Eri gift og vit hava tvær døtur. Mín frítið fer fyri tað mesta til familjuna, ross, seyð, ítrótt og gott vinarlag.

Mítt lívsstarv er í Betri Banka, har eg arbeiði á 18. árið. Eg havi verið leiðari á 4 ymiskum deildum síðstu 11 árini. Umframt vanligu bankaútbúgvingina, so havi eg tikið akademi útbúgving í fíggjarráðgeving og HD í roknskapi og fíggjarstýring.

Lægri skatt
Tað má loysa seg at arbeiða, í dag er tað soleiðis, at hjá fleiri starvsbólkum er munurin millum, hvat tú hevur eftir, um tú arbeiðir 35 tímar ella 40 tímar, so lítil, at tey heldur lata vera við at taka teir eyka tímarnar. Hetta fari eg at arbeiða fyri at gera nakað við.

Fólkaflokkurin vil tryggja, at tað loysir seg at arbeiða, eisini hjá okkara eldru. Vit vilja, at markið fyri mótrokning í pensjón verður hækkað til í minsta lagi 80.000 kr.

Fleiri búeindir
Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum. Av tí sama er eftirspurningurin eftir bústøðum øktur munandi. Harafturat hevur ferðavinnan lagt trýst á eftirspurningin eftir býli. Hesi bæði saman hava gjørt, at nógvar familjur vanta ein varandi bústað. Hetta ætli eg at gera nakað við, tá eg komi í løgtingið.

Hóast høg ferð hevur verið á føroyska búskapinum, eisini hjá byggivinnuni, hevur útboðið av bústøðum ikki fylgt við eftirspurninginum. Sambært Hagstovuni eru 5.449 fleiri íbúgvar nú í mun til fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiði eru sambært íbindingartølunum frá SEV bygdir 1.273 bústaðir.

Í Føroyum hava vit, eftir mínum tykki, ikki í nóg stóran mun sett ein vælvirkandi bústaðarmarknað í miðdepilin. Okkum vantar ein vælvirkandi leigumarknað, og til dømis lutaíbúðir, soleiðis at flest øll hava møguleika at fáa sær okkurt at búgva í – eisini tey, sum ynskja at búgva í Havn.

Samanumtikið kann staðfestast, at hóast nógv er bygt seinastu árini, er framvegis stórur eftirspurningur eftir smærri og serliga bíligari bústøðum, sum hóska til tørvin og fíggjarviðurskiftini hjá ungum og eldri føroyingum.

Gott val - X við A

Fía Selma Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo