40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk og væl fyri. Inntøkurnar eru metstórar, og tær eru grundarlagið undir øllum átøkum til frama fyri einum sterkum og kappingarførum altjóða høvuðsstaði.

Seinastu fýra árini er kommunan vaksin við í miðal 350 nýggjum borgarum á hvørjum ári.

Ongantíð hava fleiri búð í Tórshavnar kommunu enn beint nú. Hetta er bæði søguligt og gleðiligt.

Alt arbeiðið seinastu árini er gjørt við tí aðalmáli at tryggja høvuðsstaðin langt inn í framtíðina. Ein høvuðsstað við støðugt vaksandi fólkatali, har vit gerast ein altjóða ítróttarbýur, har vit hava eitt gott infrakervi, har vit hugsa og handla grønt, har vit geva øllum møguleika fyri at seta búgv og har vit hava eina sterka og kappingarføra vinnu.  

Fólkavøksturin er grundarlagið undir búskaparvøkstrinum. Hetta hava vit sæð seinastu árini, og hetta sæst eisini aftur í fíggjarætlanini fyri 2021.

Fíggjarætlanin er løgd út frá tí fortreyt, at skattaprosentið framvegis verður 19,00%, og at barnafrádrátturin í skattinum er 8.000 kr.

Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 1.092 mió.kr, bornar saman við 1.064 mió.kr fyri 2020. Vøksturin er 2,6 prosent.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar at verða 876 mió.kr., ið er ein vøkstur á 5,8 prosent. Her er lagt upp fyri einum lønarvøkstri á 2,4%. Vøksturin fer serliga til eldraøkið, dagstovnaøkið og viðlíkahald.

Í 2021 eru settar av 167 mió.kr til íløgur, tá er Tórshavnar havn ikki íroknað.

Partafelagsskatturin fyri 2021 er mettur at verða 28 mió.kr.

Kommunan er væl fyri, og hon er skuldarfrí – sæð burturfrá Tórshavnar havn. Samstundis hava vit gjørt íløgur fyri 1 mia. kr uttan at taka lán. Íløgurnar eru á fyrsta sinni gjørdar við støði í eini langtíðaríløguætlan.

Millum størstu verkætlanirnar fyri framman er eitt nýtt ellis- og røktarheim, sum verður staðsett og lagt til rættis í løtuni. Arbeiðið at gera altjóða langhylin í Gundadali er byrjað. Og so skal heildarætlanin fyri Stórutjørn tryggja, at vit í 2025 eru 25.000 fólk í Tórshavnar kommunu.

Ítróttur og mentan í altjóða flokki
Skal føroyskur ítróttur lyftast, skulu stór tøk takast, og hesi tøk tekur Tórshavnar kommuna.

Tórsvøllur verður liðugur í komandi ári og verður ein fyrstafloks leikvøllur á altjóða stigi. Partur av at gera arbeiðið liðugt er eisini at gera alt uttanumøkið við torgi og uppihaldi. Spæliplásssið verður endurskapt.

Størsta einstaka íløgan komandi árini er langhylurin í Gundadali. Langhylurin fer at lúka øll altjóða krøv. Umframt kappingarhyl við tíggju geilum verður eitt stórt vælveruøki til fólk í øllum aldri.

Spaki er settur í eina altjóða skjótibreyt í Sandvíkum. Verkætlanin fer at lyfta skjótiítróttin upp og langt inn í framtíðina. Sama er galdandi fyri Golfvøllin á Glyvursnesi.

Sum partur av nýggja býarpartinum Stórutjørn eru pengar settir av til eina stórhøll í Hoyvík.

Marknagil er nú Føroya størsta skúlaøki. Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin. Einastandandi verkætlanir, sum vísa, hvussu umráðandi tað er at seta sær høg mál og raðfesta útbúgving og mentan.

Altjóða Vinnu- og ferðavinnubýur
Samspælið millum ítrótt og vinnu er eitt lyklaorð fyri vøkstri. Fleiri altjóða kappingar geva spennandi ítróttaligar avbjóðingar og fleiri inntøkur til býin. Tí er tað so umráðandi, at ítróttarumstøðurnar lúka altjóða krøv.

Soleiðis geva vit eisini Havnini sum ráðstevnubýi og ferðavinnubýi bestu karmar. Ráðstevnurnar liggja haraftrat í lágárstíð, ið stuðlar undir eina burðardygga ferðavinnu, sum eisini skapar virksemi hjá tænastuvinnuni og gistingarhúsunum. 

Ein grønur høvuðsstaður
Teir høvuðsstaðir, ið standa seg væl, eru teir, ið megna at leggja dent á eina grøna framtíð. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at skerja útlátið við 50% í 2025.

Nýggj grøn orkuátøk eru og verða eisini sett í verk. Eitt nú verða gøtuljósini skift út við LED, og kommunalir bygningar skulu brúka grønar orkukeldur.

Skipað infrakervi og góðar parkeringsumstøður

Ferðsluviðurskiftini skulu framhaldandi betrast fyri at tryggja menningina í Tórshavnar kommunu. Eysturoyartunnilin letur møguliga upp fyri ársskiftið. Nú skal innkomuvegurin gerast, og pengar eru settir av til tað.

Ein parkeringstunnil undir Havnina er ein framtíðartryggjað loysn, sum kann taka 6-700 bilar. Nú eru settar 4 mió.kr. av til parkeringstunnilin.

Kappast við býir uttanlands
Okkara fremsta mál er og hevur verið at styrkja støðuna hjá Tórshavnar kommunu heima og úti í heimi. Tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina sterka og framsøkna kommunu at virka og búgva í.

Latið okkum eisini minnast til, at Tórshavnar kommuna ikki kappast við onnur pláss í Føroyum – vit kappast við býir uttan fyri Føroyar. Tað er henda veruleika, vit hava lagt lunnar undir. Og tað er mín vón, at Tórshavnar býráð fer at leggja alla orku í at styrkja okkara støðu sum eina ríka og spennandi høvuðsstaðarkommunu í Norðuratlantshavi.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo