Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 1/2022: Uppskot til løgtingslóg um heimild at taka ímóti peningaupphædd frá Novo Nordisk Fonden

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur lagt málið fram tann 2. august 2022, og eftir 1. viðgerð tann 4. august 2022 er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 5. september 2022.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Etiska ráðið, Vísindasiðsemisnevndina og landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, saman við ávikavist Ílegusavninum og Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.

Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar:

Endamálið við uppskotinum er at heimila landsstýrismanninum í heilsumálum at taka ímóti 121 mió. kr. frá Novo Nordisk grunninum til at byrja eina Steno miðstøð í Føroyum og reka hana í fyribils 10 ár, frá ársbyrjan 2023 til ársenda í 2032.

Eftir tað 10-ára skeiðið kann avtalan leingjast við fýra árum í hvørjum umfari, um partarnir eru samdir um tað. Sostatt kann samstarvið halda fram langt inn í framtíðina.

Uppskot til avtalu er gjørt millum landsstýrið og Novo Nordisk grunnin um eina samstarvsætlan, har bygd verður ein Steno miðstøð afturat C-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Enn er bygningurin ikki prosjekteraður, men ætlanin er at byggja ein bygning omaná verandi C-bygning, tó uttan at brúka C-bygningin sum fundament.

Nevndin heldur, at hetta ljóðar sum ein sera dýrur máti at byggja uppá og skilir ikki, at man ikki hevur valt eina staðseting, sum er bíligari í byggiútreiðslum, tí harvið hevði man leysgivið fleiri pengar til viðgerðar- og granskingarpartin. Ein annar møguleiki, sum nevndin umrøddi, er, at tá nýggi Hbygningurin um stutta tíð verður tikin í nýtslu, verða nógvir fermetrar tøkir í núverandi bygningum, sum helst kundu verið brúktir til endamálið.

Vísandi til omanfyri standandi viðmerkingar, og fyri at tryggja sær, at peningurin verður brúktur mest skynsamt, mælir Fíggjarnevndin til, at landsstýrismaðurin, saman við Heilsumálaráðnum, umhugsar aðra loysn av antin bygging ella umbygging.

Sæð við føroyskum eygum er endamálið við samstarvinum at styrkja innsatsin og førleikarnar hjá føroyska heilsuverkinum við atliti til viðgerð og fyribyrgjan av diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum, og at hetta arbeiði skal taka støði í tí einstaka sjúklinginum, sum viðgerðin verður lagað til. Hetta er fult í samsvari við nútíðar rákið innan medisinska viðgerð nevnt “personalized medicine”.

Ein annar sera týdningarmikil partur av virkisætlanini er at styrkja og menna heilsugransking og granskingarundirstøðukervið í Føroyum sum heild.

Tá Steno miðstøðin er sett á stovn, verður farið undir at orða eina granskingarætlan, har dentur verður lagdur á at menna og styrkja gransking, ið hevur samband við diabetes og aðrar endokrinologiskar sjúkur. Henda granskingarætlan skal vera í samsvari við granskingarætlanina, sum fer at verða gjørd fyri heilsugransking sum heild í Føroyum.

Í virkisætlanini eru dømi um granskingarverkætlanir innan diabetes og endokrinologiskar sjúkur annars, so sum ph.d.- og postdoc-verkætlanir.

Ein neyðugur partur av granskingarpartinum er at fáa talgilt alt tilfar av týdningi, so sum blóðroyndir og vevnaðarroyndir, journalir v.m. Hetta arbeiðið, ið er partur av samlaðu ætlanini, skal gerast í 2023 og 2024.

Nevndin hevur í sínum hoyringum lagt stóran dent á at fáa staðfest, at raksturin av verkætlanini, bæði viðgerðarparturin og granskingarparturin, eru kjølfest í og ein natúrligur partur av føroyska heilsuverkinum, og at verkætlanin ikki fer at taka fíggjarliga orku frá verandi virksemi í heilsuverkinum.

Upplýst er fyri nevndini, at tað verður vatntætt skott millum játtanina frá Novo Nordisk grunninum til Steno miðstøðina og rakstrarjáttina hjá Landssjúkrahúsinum.

Landið skal tó fíggja rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslur í bygninginum, sum skal hýsa Steno miðstøðini Tað ber ikki til longu nú at siga, hvørjar tær øktu rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslurnar hjá landinum fara at verða. Leiðandi yvirlæknin á medisinska deplinum verður eisini leiðari á Steno miðstøðini.

Eisini hevur nevndin lagt stóran dent á at tryggja sær, at undirstøðukervið, ið verður ment sum partur av granskingarverkætlanini, er trygt og á føroyskum hondum og verður framt sambært føroyskari lóggávu.

Allar granskingarverkætlanir skulu góðkennast av Vísindasiðsemisnevndini. Upplýst er fyri Fíggjarnevndini, at ongar dátur, so sum blóð, vevnaður og ílegur, ið verða brúktar í granskingarhøpi, kunnu útflýggjast nøkrum triðjaparti, heldur ikki Novo Nordisk grunninum ella øðrum útlendskum stovnum og fyritøkum; bert granskingarúrslitini sjálvi verða almenn og atkomulig fyri øll. Allar dátur verða sostatt verandi ogn hjá føroyska samfelagnum.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 7. september 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo