Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin 30. august byrjar Filmsfelagið aftur við nýggjum spennandi sýningum í Havnar Bio, sum nú er einasti føroyski biografur. Nýtt er eisini at biografurin hevur fingið betri stólar og skjótari er at avgreiða viðskiftafólk í kioskini. Tað var í Havnar Bio at Eyðun Johannessen, Erling Simonsen og Fraser Eysturoy stovnaði Filmsfelagið í 1962.

Brævið frá Helgu
Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er hin spildurnýggi íslendski Brævið frá Helgu. Leikstjóri er 38 ára gamla Ása Helga Hjörleifsdóttir, sum byggir á skaldsøguna hjá Bergsveini Birgisson frá 2010, Svar við bréfi Helgu, sum tvey ár seinni varð í uppskoti at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.  Atgongumerkjasølan til sýningina er byrjað.

Tove Ditlevsen og Victor Andreasen
Annar filmur í heystskránni er Toves Værelse, sum danski Martin Zandvliet hevur leikstjórnað. Hann hevur fyrr gjørt sterka krígsfilmin Under Sandet. Eins og Who’s Afraid of Virginia Wolf er nýggi filmurin ein beisk og ótilgjørd lýsing av eitrandi samlívinum hjá hjúnunum Tove Ditlevsen og Victor Andreasen, ið var blaðstjóri á Ekstrablaðnum. Toves Værelse verður sýndur í Filmsfelagnum 6. september.

Helen Mirren sum Golda Meir
Triði filmur í heystskranni hjá Filmsfelagnum hevur bretsku stjørnuna Helen Mirren í høvuðsleiklutinum sum Golda Meir. Tað er ísraelski leikstjórin, Guy Nattiv, sum varpar ljós á hendingarnar undir Yom Kippur krígnum í 1973, tá bretska pressan skýrir ísraelska forsætisráðharran ”The Iron Lady of Israel”. Golda Meir, sum doyði 80 ára gomul í 1978, var fødd í Kyiv í Ukraina. Hon gjørdist fjórði forsætisráðharri í Ísrael og var ein av teimum 24, sum í 1948 grundaðu Ísrael, sum vit kenna tað í dag. Fyrsta ísraelska passið varð skrivað til hennara, tá hon fór til USA at savna pening til nýggja landið. Helen Mirren er ein av teim fáu, ið hevur vunnið The Triple Crown of Acting, sum sipar til stórgreipuna Oscar, Emmy og Tony fyri leikaraavrik.

Týskir flóttar eftir krígslok
45 ára gamli leikstjórin, Anders Walter, sum í 2014 vann Oscarvirðislønina fyri danska stuttfilmin Helium, hevur saman við 55 ára gomlu Miriam Nørgaard skrivað søguna, sum filmurin Når befrielsen kommer byggir á. Kjarnin er teir týsku flóttar, sum komu til Danmark beint fyri krígslok í 1945. Háskúlastjórin, Jakob (Pilou Asbæk) fær kravboð um at hýsa fleiri enn fimmhundrað sivilum týskum flóttum. Greitt er, at dagarnir hjá nazistiska hersetingarvaldinum eru taldir. Hetta setur Jakob og konuna Lis í eina trupla tvístøðu. Hjálpa tey flóttunum, verða tey eyðmerkt sum landasvíkjarar. Samstundis er tólv ára gamli sonurin farin at ganga ørindi fyri mótstøðurørsluna. Nýggi danski krígsfilmurin, Når befrielsen kommer, verður sýndur í Filmsfelagnum 20. september.

Holocaustfilmur í nazistiskum urtagarði
Sjálvan Holocaustdagin, 27. januar 2024, hevur Filmsfelagið tryggjað sær rættin at vísa The Zone of Interest, sum vann stóru dómsnevndarvirðislønina, The Grand Prix, á filmstevnuni í Cannes í ár.

Dagin fyri frumsýningina andaðist bretski rithøvundurin, Martin Amis, 73 ára gamal í Florida. Í 2014 skrivaði hann samnevndu skaldsøguna, sum týsktmælti filmurin um týningarleguna Auschwitz leysliga byggir á.

Høvuðspersónar eru kommandanturin í Auschwitz, Rudolf Höss, og konan Hedwig, ið liva eina borgarliga dreymatilveru við børnunum og jødiskum tænarum, og ikki á nakran hátt tykjast varnast ella ørkymla seg um teir ræðuleikar, ið fara fram hinumegin múrin, har meir enn ein million menniskju verða týnd, tey allar flestu jødar.

Hesumegin múrin er hin vakrasti urtagarðurin hjá søguligu fyristøðufólkunum.

Rudolf Höss var tann kommandantur, sum longst var í starvi í Auschwitz. Hann var kommandantur frá 1940 til 1943 og aftur frá 1944 til 1945. Hann var ein av íbyrtarunum av ætlan Hitlers Endlösung der Judenfrage

Tey, ið spæla hjúnini Höss eru Babylon Berlin-stjørnan Christian Friedel og Sandra Hüller, sum er kend úr filmum sum Toni Erdmann (2016) og Ich bin dein Mensch (2021), sum Filmsfelagið vísti.

Bretski leikstjórin Jonathan Glazer (f.1965) hevur arbeitt í eitt tíggjuáraskeið við hesum krevjandi filmi. Hann hevur fyrr gjørt filmar sum Sexy Beast (2000) og Under the Skin (2013).

Í filminum The Zone of Interest síggja vit bara gerandisdagin hjá fyristøðufólkunum. Vit síggja aldrin tað, sum fyriferst hinumegin múrin, men hoyra skríggini, skotini og barnagrátin, og síggja stundum royk upp móti himmalinum.

Saman við fotograferingini hjá Lukasz Zal og tónleikinum hjá Mica Levi verður filmurin serliga óhugnaligur, tí vit síggja so lítið av tí, sum vit vita so nógv um. Júst tað ger søguna til eina hina sterkastu í biografunum í mong ár.

Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo