Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Tvøroyrar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Havnar Fimleikafelag.
Felagið skal vísa breiddina í felagnum, við at lýsa ársins evni "kongaríki". Evnið verður lýst við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.
Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 25. januar kl. 15.00 og tvær sunnudagin 26. januar kl. 14.00 og kl. 17.00. Sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur til seinastu sýningina.
Tað er eitt dómaratoymi við fólkum frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum.
Vinnarin í november 2017 var Fimleikafelagið Ljósið, tá var evni "ætt".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo