Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Burn Athletics: Hetta vikuskiftið verður kappingin um norðurlendska meistaraheitið í styrkilyfting hildin í Norra.

Føroyar eru væl umboðaðar við fimm lyftarum frá Burn Athletics; tað eru bæði menn og kvinnur, ið lyfta fyri Føroyar.

- Í fjør gjørdist okkara styrkilyfting ein partur av NM, og í ár er fyrstu ferð, at vit í Burn Athletics sleppa at luttaka í kappingini, sigur Rógvi Sørensen, formaður í Burn Athletics.

Tað verða fimm íðkarar frá Burn Atletics, sum fara at kappast. Her er talan um kappingina fyri juniorar (19-23 ár) og sub-juniorar (18 ár og yngri). Kappingin verður hildin í Lillestrøm í Norra tann 16 september, tað vil siga í morgin.

Juniorarnir, sum kappast eru:
Áron Matras Jensen
Petur Sigurd Á Túgvu
Rósa Matras Jensen
Sofus B. Jakobsen

Sub-juniorur er:
Petur Fróðason

- Tá hetta er okkara fyrsta kapping uttanlands, er ringt at vita, hvat vit skulu vænta. Men vit vóna tað besta!

- Tað vísur seg ofta at liggja væl fyri hjá føroyingum at kappast í styrkiítrótt, men um vit røkka eitt heiðursmerkjapláss vita vit ikki enn.

- Men vit vænta tó, at fleiri føroysk met verða set.

- Fyri okkum er kappingin eisini ein læruprosess, har vit kunnu seta okkum mál til framtíðina og síggja, hvar vit liggja í mun til onnur norðurlond.

- Vit leggja út á okkara instragram-vanga síðu ígjøgnum vikuskifti - team_burn_athletics, sigur Rógvi Sørensen, formaður í Burn Athletics.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo