Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Pólska liðið, ið byrjaði móti Føroyum fyri einum mánað síðani á PGE Narodowy stadion í Warsjava - Mynd: Hans Erik Danielsen

Pólska liðið, ið byrjaði móti Føroyum fyri einum mánað síðani á PGE Narodowy stadion í Warsjava - Mynd: Hans Erik Danielsen

Pólska liðið, ið byrjaði móti Føroyum fyri einum mánað síðani á PGE Narodowy stadion í Warsjava - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin móti Póllandi, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.

Hópurin samlaðist á middegi mánadagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á Tórsvølli. Sum heild eru allir í hópinum væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er seinasti fyrireikingarfundurin á skránni.

Fýra ferðir áður hava Føroyar møtt Póllandi í A-landsliðshøpi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti, sum var fyri einum mánað síðani.

At talan er um sterka mótstøðu á Tórsvølli í kvøld, sæst eisini aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Pólland er nummar 30, av teimum 211 limalondunum á listanum. Føroyar eru í løtuni á 131. plássi.

Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland á Tórsvølli í kvøld fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, fsf.fo. Í løtuni er nakað yvir 3.000 atgongumerki seld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo